Nýggi danski áleyparin hjá 07 Vestur, Sonny Jakobsen, var sigursharri og hetja tá ið 07 Vestur í gjár vann sera týðandi 1-0-sigur ímóti AB í einu sonnum botnbraki í Betrideildini hjá monnum.
27 ára gamli áleyparin, sum einans spældi sín annan dyst fyri felagsliðið har vesturi, fegnast um at hava skotið sítt fyrsta mál í føroyskum fótbólti, men tað var tó ikki tað týdningarmesta.
- Tað var sjálvandi deiligt at skjóta sítt fyrsta mál – eisini á heimavølli. Tað týdningarmesta var tó, at tað hjálpti liðnum til trý stig, sum vit trongdu til, sigur Sonny.
Sonny Jakobsen er í ”fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hann eitt nú eisini greiðir frá vónunum at yvirliva í Betrideildini og hvat hann metir um støðið í føroyskum fótbólti.










