Tveir dagar seinni, tann 14. februar, sær Denise drong sín aftur. Tá er hann lívleysur og ikki til at kenna aftur. Kanningarnar vísa, at James Bulger er píndur og bukaður til deyðis, áðrenn hann varð lagdur á eitt tokspor, har eitt tok rendi á hann, soleiðis at tvey ára gamli drongurin varð skorin í helvt.
Vakmyndatólini frá sølumiðstøðini vísa, hvussu teir báðir tíggju ára gomlu Jon Venables og Robert Thompson, fara yvir til einsamalla James Bulger, taka hann í hondina og leiða hann út úr sølumiðstøðini. Kanningarnar og avhoyringar seinni staðfestu, at teir báðir tíggju ára gomlu dreingirnir leiða dreingin fýra kilometrar. Komnir til eina jarnbreytarstøð verður James Bulger sligin við bæði múrsteini og eini jarnstong, sparkaður og steinaður, áðrenn hann at enda doyr av løstunum. Umframt hetta er tvey ára gamli drongur illa viðfarin á aðrar hugsandi og óhugsandi hættir. Læknakanningarnar aftan á staðfestu, at James Bulger hevði fingið 42 ymsar skaðar.
Upptøkurnar frá vakmyndatólunum í sølumiðstøðini vórðu vístar í bretsku sjónvarpsrásunum. 38 vitni sóu teir báðar Jon Venables og Robert Thompson toga tvey ára gamla James Bulger við sær gjøgnum býin, men eingin gjørdi nakað. Tveir dagar seinni verða teir báðir tíggju ára gomlu dreingirnir handtiknir. Gjøgnumbrotið í málinum kemur, tá ein kvinna heldur seg kenna Jon Venables aftur á kámu upptøkunum.
Níggju mánaðir eftir, at James Bulger er píndur og bukaður til deyða, tann 24. november í 1993, verða Jon Venables og Robert Thompson, sum tá báðir eru 11 ára gamlir, funnir sekir í manndrápi, og verða dømdir í varðhald í minst átta ár.