Málið um húkin fer í tingið

Nógv umrødda standmyndin av húkinum í Klaksvík fer nú í tingið. Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum hevur sett Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í Innlendismálum, munnligar fyrispurningar um húkin.

Hann vil millum annað vita, um landstýriskvinnan metir, at kravið frá Landsverk um, at standmyndin av húkinum í Klaksvík skal burtur úr rundkoyringini, er rímuligt.

Kári P. Højgaard vil vita frá landstýriskvinnuni, um nøkur felags gjøgnumskygd trygdarkrøv eru galdandi fyri skelting, lýsingar, myndir og standmyndir við høvuðsvegir og rundkoyringar, har nógv ferðsla er, og um, hvat ger húkin í Klaksvík vandamiklari fyri ferðsluna enn flaggstengur, hitamálari og annað.