Málið um fiskidagarnar: Jan Højgaard bað um skerjing av fiskidøgum

Tað er ein nýggj kensla at sita á síðulinjuni og fylgja við tí árliga slagsmálinum um fiskidagarnar. Júst hetta var eitt av teimum stóru økjunum hjá FF, har felagið saman við hinum feløgunum í vinnuni við hjálp av útlendskum serfrøðingum fingu eitt mótspæl til almennu fiskifrøðina.

Hetta saman við øðrum fiskivinnumálum er nú av Jan Højgaard persónliga avreitt til nakað, sum eitur Samtak.

Tað kann sjálvsagt vera skilagott við einum slíkum samstarvi millum fiskimenn og arbeiðarar, um samstarvið umfatar tey mál, sum hesir stættir hava felags. Ein treyt er eisini, at talan er um samstarv millum javnbjóðis partar.

Men tað er púra greitt, at FF er bert eitt ”páheng” í Samtak. Afturat hesum er tað greitt, at FF gjøgnum Samtak í fleiri førum beinleiðis arbeiðir ímóti áhugamálunum hjá fiskimonnum.

Hetta kom fyrst til sjóndar, tá ið Samtak enntá tvær ferðir hevur kravt samtyktu skattalækkingarnar fyri 2008 afturtiknar. Hetta vildi ikki kostað arbeiðarainntøkum nevnivert. Men tað vildi kostað fiskimannainntøkum túsindir av krónum. Afturat hesum hevur Samtak kravt hægri kommunuskatt fyri hægri inntøkur. Hetta vil eisini koma at kosta fiskimonnum meira skatt. Slík sjónarmið mugu slætta vegin fyri avtøku av sjómansskattaskipanini, sum FF í síni tíð bardist fyri at fáa og síðan fyri at verja. Hon hevur higartil givið sjófólki meira enn 600 milliónir krónur, og man vera størsta hál nakað fakfelag hevur fingið í einum.

 

Hevur sjálvur kravt niðurskurð í fiskidøgum

At FF gjøgnum Samtak mótarbeiðir fiskimonnum vísir betri enn nakað tann yvirlýsing, sum kom í august um kreppuna í fiskivinnuni, har FF aftur gongur beint ímóti áhugamálunum hjá fiskivinnuni á sjónum og harvið fiskimonnum.

Her gongur FF ímóti, at forðingin fyri at virka fisk umborð á skipunum verður avtikin.

Tað er viðurkent, at við teimum høgu oljuprísum kann vera stórur vandi serliga fyri trolaraveiðuni eftir ráfiski. Her er tað kanska ikki longur ein spurningur, um fiskur skal virkast á landi ella á sjónum, men um hann kann fiskast yvirhøvur av føroyskum skipum. Tá kundi tað verið ein møguleiki at virka fisk umborð á skipunum. Tað er ein royndur lutur, at hetta er meira lønandi enn at landa fiskin feskan.

Hetta vildi í hvussu er tryggjað, at fiskurin verður virkaður av føroyingum. Hetta kundi varðveitt og kanska økt arbeiðsplássini hjá føroyskum fiskimonnum. At seta seg ímóti hesum er at skaða áhugamálum fiskimanna.

Tað sama er við tilmælinum um áseting av fiskidøgum. Í somu yvirlýsing verður sagt:

 

”Feløgini í Samtak harmast um, at stovnarnir ikki hava verið betri røktir seinastu árini. Feløgini vóna veruliga, at landsstýrið og løgting taka henda spurning í álvara og gera nøkur munadygg tiltøk, sum kunna vera við til at tryggja, at toskurin og onnur fiskasløg kunna menna seg aftur í føroyskum sjóøki.”

 

Henda orðing, sum eisini er undirskrivað av Jan Højgaard, kann bert fatast sum ein áheitan á politisku myndugleikarnar um at skerja fiskidagatalið. Serliga skal hetta gerast á húkaflotanum, sum júst er tann, sum fiskar tosk.

Torbjørn Jacobsen hevur havt alla grund til at halda, at hansara uppskot um fiskidagar var fult út í samsvar við hesi sjónarmið.

At pípan seinni fekk eitt annað ljóð váttar bert, hvussu lítil samanhangur er í tí, sum verður sagt nærum frá degi til dags. Hetta skapar í hvussu er ikki virðing fyri fiskimannafelagnum ella fiskimonnum!

Tá er munur á formanninum í Meginfelag Útróðrarmanna. Hann hevur alla tíðina havt eina greiða støðu í hesum máli, og tað er eisini honum lurtað verður eftir. Hann, sum hevur tvær tungur í einum heysi, verður als ikki tikin upp á tunguna!

Hetta merkir, at á slíkum avgerandi økjum hevur Jan Højgaard flutt avgerandi støðutakanir í fiskimannamálum, sum FF upplagt skuldi staðið fyri, til Samtak, har hann sjálvur bert er ífylla og kanska enn ikki veit, hvat hann leggur navn til við tí førleika hann hevur.

Hetta kemur ikki óvart á nakran við tí destruktiva hugburði, sum Jan Højgaard annars hevur lagt fyri dagin frá fyrsta degi.