Á ólavsøku og nú aftur um vikuskiftið varð roynd gjørd at seta eld á dagstovnin Lítlaskóg í Djóna í Geilsgøtu í Havn.
Enn er eingin tikin fyri royndirnar at seta eld á, men stendur tað til leiðaran á kanningardeildini hjá løgregluni, Hera Andreasen, so verður málið uppklárað.
- Vit hava sett allar kreftir inn fyri at loysa hetta mál, og tað er einki at ivast í, at hetta málið verður uppklárað. Tað skal loysast, sigur Hera Andreasen avgjørdur.
Tað var leygarkvøldið stutt fyri midnátt, at grannar varnaðust, at onkur var inni í barnagarðinum og boðaðu løgregluni frá. Løgreglan var skjót á staðnum, men tá vóru óbodnu gestirnir rýmdir av staðnum. Sløkkiliðið var eisini skjótt á staðnum og fekk forðað fyri, at nakar skaði stóðst av royndunum at seta eld á.