Verður arbeitt í døgurðatímanum, gevur hetta dupulta løn, og tá ið arbeitt verður helvtina av tímanum, merkir tað, at fólkið fær løn, sum svarar til ein heilan tíma.
Ein tíma fyrr við hús
Broytingin til matarsteðg merkir eisini, at arbeiðsdagurin, sum byrjar kl. 8, er liðugur kl. 16. Verður arbeitt longri, verður tíðin eftir kl. 16 roknað sum yvirtíð.
Tað var ein stórur meiriluti av arbeiðsfólkinum á Kósini, sum ynskti hesa broyting. Arbeiðarafeløgini skulu góðtaka broytingina, og tað gjørdi Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, tá ið felagið varð spurt um hetta. Arbeiðsmannafelagið drálaði eitt sindur við at svara, men hevur seinni givið grønt ljós fyri hesi broyting, sum kom í gildi, 1. januar í ár.
Arbeiða saltfisk
Adrian Dalsá, stjóri á Kósini, sigur, at tey hesar fyrstu dagarnar í árinum hava pakkað saltfisk og skorið tosk til saltingar.
? Í síðstu viku pakkaðu vit saltfisk, og hesa vikuna hava vit keypt tosk, sum verður skorin og saltaður. Hetta er toskur frá útróðrarbátum og trolbátum. Meginparturin er keyptur á uppboðssøluni í Klaksvík, sigur stjórin.
Sum skilst, hevur einki flakaarbeiði verið á Kósini higartil í ár, og tí hevur alt fólkið heldur ikki verið til arbeiðis.
Útróðrarbátarnir fáa væl av fiski
Útróðrarbátarnir í Klaksvík hava fingið væl av fiski nú í byrjanini av hesum árinum. Tað hevur ikki viðrað nakað serligt, men teir, sum hava verið úti, hava havt góðar setur. Hóast skiftandi veður, hava summir bátar longu havt fleiri setur.
Umframt bátarnar í Klaksvík, selja bátar úr Fuglafirði og Leirvík eisini fiskin á uppboðssøluni í Klaksvík.