Málið, sum sleppur at tagna

Hóast fleiri ábendingar eru um, viðgerðin av Jóhannis Joensen málinum ikki hevur verið heilt eftir bókini, so bendir eins nógv á, at málið sleppur at fara stillisliga aftur við borðinum

 

Málsviðgerð


Í teimum báðum undanfarnu bløðunum hava vit undir viðgerðini av leikbanninum, sum Jóhannis Joensen varð ídømdur, víst á, at fleiri illa skiljandi ella torgreidd viðurskifti eru í hesum.

Úr øllum ættum tykist tað eisini soleiðis, at partarnir kalla avgerðina hjá kappingarnevndini fyri óskiljandi, men felags fyri partarnar tykist tó vera, at hvørgin tykist serliga áhugaður í at fara víðari við málinum.


Ein millumloysn

Málið snúði seg upprunaliga um, at kappingarnevndin skuldi taka støðu til eina dómarafrágreðing, har Jóhannis Joensen varð ákærdur fyri at hava stútað dómaran, og tískil varð rikin av vølli.

Um so var, at leikarin varð funnin sekur í hesi ákæru, var lítið at ivast í, at eitt langt leikbann var í eygsjón. Fordømini bendu í øllum førum á einar átta dystir uttan fyri síðulinjurnar.

Kappingarnevndin fríkendi tó leikaran fyri ákæruna, men harafturímóti fekk leikarin fýra daga leikbann fyri atburð sín eftir útvísingina.

Uttan at vit her á nakran hátt skulu taka dagar ímillum, hvussu ósømiligur atburðurin hjá Jóhannisi var eftir reyða kortið, so kann staðfestast, at talan her var um ein óvanliga harðan dóm. Vit kenna í øllum førum ikki til nakað fordømi, har leikari hevur fingið somikið harða revsing fyri mótmæli móti dómaranum, uttan so at hesi hava verið soleiðis, at leikarin kropsliga hevur gjørt vart við sína misnøgd.

Tá kappingarnevndin so kortini hevur valt hesa loysnina, kundi tað bent á, at nevndin onkursvegna hevur leitað eftir einum millumvegi millum millum ákæruna og kravið um frídøming frá tí ákærda. Ein møguleiki er eisini, at John Petersen málið, sum var til viðgerðar um somu tíð - og har leikarin varð fríkendur ? hevur spælt inn í málsviðgerðini.


Kærdu ikki

At kappingarnevndin hjá FSF soleiðis uttan víðari hevur broytt ákæru, má metast sum sera óheppið, og ikki er tað minni óheppið, at nevndin samstundis skapar eitt nýtt fordømi, ið kann merkja, at leikarar, ið eru misnøgdir við at verða riknir av vølli, kunnu fáa drúgt leikbann.

Tí var tað kanska væntandi, at HB ætlaði at fara víðari við málinum. Leikarin varð jú fríkendur fyri ákæruna, og tí átti hann helst ikki at fingið annað leikbann enn tað, sum eitt reytt kort vanliga gevur.

Eingin kæra er tó latin dómsnevndini, og orsøkirnar til hetta kunnu vera fleiri. Mest sannlíkt tykist tað tó, at í HB hava tey ikki roknað við, at ein kæra til dómsnevndina fór at bøta um støðuna hjá leikaranum, og tá tað kortini »bert« var miseydnaða kappingarárið í ár, sum varð rakt, var tað eingin katastrofa, at felagið noyðist at vera landsliðsleikaran fyri uttan.


Dómararnir

At dómarin ikki hevur kært málið, kann skiljast tann vegin, at dómarin hevur góðtikið avgerðina, men tað nýtist hetta tó ikki at merkja. Serstakliga tí tað als ikki er eftir ákæruni frá dómaranum, at málið er viðgjørt. Nakað sum eisini kann skapa fordømi, og sum kann fáa avleiðingar fyri líknandi málsviðgerðir í framtíðini.

Hugsast kann hinvegin, at dómarin ikki hevur vilja koyrt málið víðari, tí at hetta frá fleiri síðum kundi verið uppfatað sum ein roynd at leggja eftir leikaranum, og tað er sum so ikki hann, sum er tann sentrali parturin, soleiðis sum málið hevur útviklað seg.

Dómarafelagið hevur eisini givið til kennar, at í teirra hugaheimi er talan um tveir óskiljandi dómar (tann hjá Jóhannis og John), men felagið leggur samstundis dent á, at tað bert er ein áhugabólkur undir FSF, og tí einki fær gjørt við sjálva málsviðgerðina.


Dettur framvið

Nú freistin fyri einari kæru til dómsnevndina er farin, tykist tað mest sannlíkt, at hetta málið er eitt av teimum, sum í fyrstu atløgu sleppur at fara aftur við borðinum uttan víðari. Eingin av pørtunum í málinum hevur gjørt meira við hetta, og tí kann tað metast sum endaliga avgreitt.

Hetta nýtist tó ikki at merkja, at málið tekur eina framtíðar málsviðgerð við sær í grøvina, soleiðis at tað, sum er farið fram í hesum, eisini verður galdandi praksis framyvir.

Tað tykist í øllum førum púrasta víst, at hetta verður nakað, sum dómararnir fara at tosa um, tá teir fara at hava sínar innanhýsis fundir í vetrarhálvuni, og úrslitið av hesum kann væl gerast ein fyrispurningur til aðalfundin hjá FSF, har dómararnir hava rætt til at føra síni sjónarmið fram.

Sæð í ljósinum av hesum, er eisini sannlíkt, at feløgini fara at taka málið upp á fundinum, sum hesi vanliga hava undan aðalfundinum.

Sum málið stendur í løtuni, er tað sostatt líkt til, at tað í fyrsta umfarið sleppur at doyggja stillisliga, men hinvegin eigur møguleikin fyri eini bráðari upplivan als ikki at útilokast. Eina mest tí hetta inniheldur somikið nógvar prinsipiellar avgerðir, sum fara at skapa fordømi framyvir, um hesar verða góðtiknar uttan víðari viðgerð.