Málið steðgað

Portugisiska løgreglan fekk í gjár boð um at steðga kanningunum í sambandi við tilburðin, tá Madeleine McCann hvarv úr einari íbúð í portugisiska frítíðarstaðnum Praia de Luz tann 3. mai í fjør. Tað var Fernando Jose Pinto Montero, løgmálaráðharri, sum gav løgregluni tey endaligu boðini. Hann gjørdi samstundis greitt, at portugisisku myndugleikarnir hava slept øllum skuldsetingum ímóti foreldrunum hjá Madeleine McCann, Kate og Gerry McCann, og bretanum Robert Murat, sum hevur verið settur í samband við málið. Foreldrini hjá teirri horvnu gentuni hava fyrr sagt, at tey fara at halda fram við sínum kanningum fyri at fáa loyst gátuna.