TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen á Rás2 av sigursmálinum hjá KÍ, sum Samir Hedzubulic skoraði í Gundadali ímóti B36 í dag, tá 31 minuttir vóru farnir.
Oddbjørn Joensen var viðmerkjari, og vit hoyra eisini Oddbjørn taka samanum avrikið hjá KÍ og B36, og hvussu kappingin í effodeildini sær út nú.
Vit hoyra eisini í brotinum Hilmar Jan Hansen siga frá løtuni, tá KÍ hevði vunnið dystin, og Lars Müller hevði bríkslað dystin av.