Málið hjá AB og Sorin Anghel (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við høvuðsvenjaran hjá AB, Sorin Anghel, og hoyr frásøgnina av málinum AB fekk ímóti B36

AB er framvegis trý stig skeivu megin niðurflytingarstrikuna aftaná 1-4 tap á heimavølli ímóti B36. Serliga í fyrra hálvleiki gekk tað illa í hond, tá B36 var á odda 4-0.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1

 

1) Hoyr frásøgnina av málinum AB fekk til støðuna 1-4, ið var eitt sjálvmál.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá AB, Sorin Anghel.

 

Sorin Anghel staðfestir, at tað betra liðið vann dystin í kvøld, men hann er alt annað enn nøgdur við brotssparkið B36 fekk, ið førdi til støðuna 3-0 og eftirfylgjandi reyða kortið til Poul G. Olsen hjá AB. Sorin Anghel greiddi frá, at hann hevur sæð støðuna, og talan var hvørki um brotsspark ella reytt kort, og tað harmar hann almikið.

 

Sorin Anghel sigur, at AB hevur ikki líka nógv at rutta við sum onnur feløg, og tí kunnu argjamenn ikki fara út at styrkja seg nevnivert í summarsteðginum. Leisturin við at fáa ungar menn inn á liðið verður tann sum eisini verður galdandi restina av kappingarárinum.

 

Frásøgnin hjá Tróndi Arge av teimum fýra málunum hjá B36, og samrøðan Tróndur gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg hoyrast HER