Kristin Poulsen
-----
Havi ofta ætlað mær at tikið penn í hond, tá ið eg havi hoyrt tíðindaupplesarar enda við at siga: og eg eiti tað og tað. Men nú í eina viku havi eg tíbetur ikki hoyrt tað.
Men í dag kom tað aftur: og eg eiti, og nú kundi eg ikki barað mær. Eg haldi, at hesi fólk ljóða so sjálvglað og vilja seta sín persón í hásæti. Hví ikki siga, sum jú tey flestu skilafólkini í útvarpinum og í Rás 2 siga: Í útvarpsstovuni ella í Rásarúminum?
Nú eg eri farin í blekkglasið, kann eg ikki lata vera við at nevna máliskuna: Dyrnar lata upp tá og tá. Dyrnar lata ongar dyr upp, tí onkur má lata tær upp so ella so. Dyrnar verða sjálvandi latnar upp!
Eitt, sum undrar meg, hvørja ferð eg hoyri tað, er navnið: 2 ganga 3. Fyri 50 árum síðan gangaðu tey í nógvum skúlum, men vit faldaðu altíð!
Hví ikki siga: 2 ferðir 3?