Málið er rokkið: Føroyingar hava stuðlað VistGrøði við 92.000 krónum

VistGrøði ætlar at brúka pengarnar til at fáa betri umstøður og ein nethandil, so VistGrøði kann senda vørur um alt landið

Enn ein verkætlan er fíggjað gjøgnum hópfíggingarportalin, Hópfígging.fo, har ein og hvør kann stuðla ymsum verkætlanum við smærri upphæddum.

Hesa ferð er tað vistfrøðiligi handilin á Tróndagøtu í Havn, VistGrøði. VistGrøði søkti um hópfígging fyri 92.000 krónur, og í dag er málið rokkið. Tað tók einans 19 dagar at savna peningin inn.

VistGrøði er eitt limafelag, sum selur vørur í leysvekt, uttan innpakking. Limir kunnu koma og keypa tvær ferðir um vikuna í Tróndagøtu í Havn. Allar vørurnar eru vistfrøðiligar og í stóran mun FairTrade, og alt er flutt heim í stórum nøgdum, so til ber at keypa uttan at vøran er pakkað inn. 

Um orsøkina fyri at leita sær fígging á Hópfígging.fo siga tey úr VistGrøði soleiðis:

– Av tí at alt okkara arbeiði er sjálvboðið, og prísurin á vørunum er so lágur sum til ber, er tað ikki nógv sum kemur í kassan. Tí hava vit stovnað hópfígging til at fáa betri umstøður í handlinum, til inventar, kassaskipan og til at stovna ein nethandil. Hetta so VistGrøði kann senda vørur um alt landið. Nýtt inventar hevði betrað um reinføri, longt haldføri, umframt at tað hevði lætt um hjá limunum og um arbeiði hjá okkum, sum arbeiða í VistGrøði.

##med2##

Endamálið við VistGrøði er at minka um oyðsl og dálking. VistGrøði skrivar soleiðis:

– Í VistGrøði stremba vit eftir at minka um oyðsl og dálking, ið stendst av framleiðslu, flutningi og innpakking av matvørum. Vit vilja veita vørur til limirnar, ið eru framleiddar undir rættvísum viðurskiftum og við virðing fyri umhvørvinum. Vit royna at virka fyri, at limirnir hava atgongd til lokalt framleiddar matvørur og harvið stimbra grundarlagið fyri handli av lokalt framleiddum matvørum í Føroyum. Vit vilja virka fyri, at limir hava atgongd til natúrligar og helst vistfrøðiligar vørur í leysari vekt, har dentur verður lagdur á vøruuppruna, gjøgnumskygni og góðsku. Vit skipa fyri og taka lut í tiltøkum ið hava til endamáls at økja kjak og vitan um umhvørvisvinarliga og etiska matframleiðslu og matvørugóðsku.