Klokkan hálvum seks hóskvøldið lætti tað fyrsta føroyska flogfarið sær úr Vágum fult lastað við føroyskum ítróttarfólkum, sum skulu til Oyggjaleikirnar á Guernsey.
Sunnudagin byrja kappingarnar á teimum 10. oyggjaleikunum, og fram til fríggjadagin í næstu viku viku verður kappast í 15 ymiskum ítróttargreinum.
Føroyingar hava umboð við í 11 av hesum ítróttargreinum, og samanlagt fara 115 føroyingar at vera við í kappingunum á Guernsey.
Harafturat koma venjarar, leiðarar, hjálparfólk og áskoðarar, so at samanlagt fara 267 føroyingar til Oyggjaleikirnar hesaferð.
23 oyggjar eru við
Føroyingar fara at hava umboð við í ítróttargreinunum fótbóltur, flogbóltur, badminton, súkkling, triatlon, svimjing, fimleikur, borðtennis, tennis, frælsur ítróttur og bogaskjóting.
Ítróttargreinarnar, sum vit ikki fara at kappast í, eru kurvabóltur, golf, sigling og skjóting.
23 oyggjar eru við á Oyggjaleikunum hesaferð, og á Guernsey rokna tey við omanfyri 2500 útlendskum gestum ? ítróttarfólki, leiðarum, venjarum, dómarum og áskoðarum ? í sambandi við leikirnar.
Øll á sama hotelli
Føroysku ítróttarfólkini fara øll at búgva á sama hotelli á Guernsey. Á hesum hotelli koma bara føroyingar at búgva, og sambært forsetanum í ÍSF er hetta ein góð loysn.
? Tað lættir nógv um samskipan og fyrireiking á sjálvum Oyggjaleikunum, at øll ítróttarfólkini búgva á sama hotelli. Tað ger tað nakað lættari at boða frá broytingum og at skipa fyri, tí tú sleppir undan at koyra runt til ymisk støð fyri at fáa fatur á ítróttarfólki og leiðarum, sigur Heðin Mortensen.
Umframt hotellið við føroyskum ítróttarfólki, búgva føroyingar á tveimum øðrum hotellum á Guernsey.
Gingið væl
Føroyska Oyggjaleikanevndin hevur í langa tíð arbeitt við fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar, og har lata tey væl at arbeiðnum.
? Tað hevur gingið væl við fyrireikingunum, og alt líkist sær sjálvum frá undanfarnum árum, sigur Sofus Johannesen, sum er ein av teimum trimum í Oyggjaleikanevndini. Petur Elias Petersen er formaður, og Katrin Joensen er eisini í nevndini.
? Talið á føroyskum luttakarum er nakað tað sama, sum tað var fyri tveimum árum síðani, og vit vóna, at alt fer at spæla væl av á Guernsey.
Seinast endaðu Føroyar sum nummar 5 í samanløgdu støðuni.