Málið er at yvirtaka ognarrættin

Bispur og dómpróstur hava verið á fundi við Det Danske Bibelselskab um ognarrættin til føroysku bíbliutýðingina.

Sum er hevur Det Danske Bibelselskab ognarrættin, men á fundinum varð tosað um at fáa felags ognarætt til týðingina. Málið er við tíðini at yvirtaka ognarrættin, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur.

Hann sær fleiri fyrimunir við at samstarva við Det Danske Bibelselskab. Eitt nú eru møguleikar fyri samprenti, og føroyska kirkjan kann hava atgongd til elektronisku donsku tilboðini, sum kunnu fáa ein føroyskan profil.