Vinstri bakkurin á føroyska U21 landsliðið hevur nú spælt í føroyskum fótbólti í eitt hálvt ár, eftir hann hann spældi við Silkeborg, men skaðar gjørdu honum ilt.
Hoyr samrøðu við Ára M. Jónsson við at trýsta á pílin undir mydini
- Tað er deiligt at kunna spæla aftur og mær dámar væl at spæla í Føroyum. Eg eri eitt sindur bilsin av hvussu nógvir góðir spælarar eru her, sigur Ári Mohr Jónsson, ið spælir við HB.
Les eisini: Gestur tveittur runt á liðnum
Hann var á vinstra bakki, tá Føroyar í novenbur tapti 2-0 fyri Russlandi á útivølli.
- Eg minnist at teir høvdu nakrar góðar og skjótar vengur, men ikki nakað vit skulu ræðast, sigur vinstri bakkurin.
Ári Mohr Jónsson verður mettur sum ein møguligur landsliðsspælari í framtíðini. Hann hevur longu nú staðfest, at hann er millum teir stinnastu í føroysku landskappingini.
- Málið er at sleppa at spæla uttanlands aftur, men tað er óvist nær og hvussu, sigur Ári Mohr Jónsson.
Rás2 sigur beinleiðis frá U21 landsdystinum millum Føroyar og Russland, sum verður í kvøld klokkan 18. Rás2 byrjar at senda eftir tíðindini klokkan 17.