Málið er at røkka teimum 100

Nú farið verður til Oyggjaleikir hevur Marjun Kalsø leikt 85 landsdystir á føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti, og hóast hon ikki er nakar ársungi longur, so hevur hon hug at halda á, til hon hevur rokkið hundrað landsdystir

 

Flogbóltur


Leygardagin verða Oyggjaleikirnir á Isle of Man settir og sum ikki einaferð eru føroysku flogbóltskvinnurnar við. Málið hjá teimum er at verja gullið, sum tær ? eitt sindur óvæntað ? vunnu á Gotlandi, og saman um tikið má sigast, at liðið skuldi verið ført fyri tí. Hetta kvinnulandsliðið er helst tað sterkasta nakrantíð. Kortini ber ikki til at siga nakað frammanundan tí eingin veit, hvussu mótstøðuliðini eru fyri.


Hugurin er drívmegin

Tá hugt verður eftir, hvørjir leikarar eru á føroyska kvinnulandsliðnum í flogbólti, sæst, at tað er ein góður blandingur av leikarum, sum spæla í heimligu kappingini og teimum, sum spæla uttanlands. Harumframt er tað eisini ein góður blandingur av yngri og eldri, meira royndum leikarum.

Tað er uppi í hesum seinasta bólkinum vit finna Marjuna Kalsø. Við sínum 38 árum er hon nógv tann royndasti leikarin á føroyska kvinnulandsliðnum og tann sum ivast, kann bara kaga eftir, hvussu nógvar landsdystir hon hevur leikt.

Higartil eru teir 85 í tali og tá Oyggjaleikirnir eru av, eru teir helst vorðnir 90. Og tá hugt verður at aldri og dystartali í senn, so kundi hugsast, at Marjun hevur fingið nóg mikið av flogbólti. Men so er ikki.

- Eg havi onkuntíð sagt at nú átti eg at lagt frá mær, men eg havi kortini hildið fram, og nú eg eri so nær við teir hundrað dystirnar, so kann eg eins væl halda á, til eg eri komin har til, sigur Marjun Kalsø, sum kortini leggur afturat, at tað sjálvandi er tengt at, um venjararnir halda at hon er nóg góð til landsliðið.


Góð blanding

Ein onnur orsøk til, at Marjun heldur á er, at hetta landsliðið er sera væl mannað, og tí heldur hon at tað hevði verið spell ikki at fingið henda túrin við eisini.

- Liðið er væl blandað við leikarum heimanífrá og føroyingum uttanlands og tað ger tað sera spennandi at vera við. Harumframt hava vit eitt sera gott samanhald á liðnum og tað ger sítt til, at vit arbeiða væl saman sum eitt lið. Tí vil eg fegin uppliva tað eisini, sigur Marjun.

Oyggjaleikirnir, sum nú standa fyri durum, eru teir níggjundu í røðini, men eru teir sjeyndu, sum íðkandi, hjá Marjun. Hon var ikki við í teimum fyrstu í 1985, tí hon fekk ikki frí frá arbeiðsplássi sínum, og hon var ikki við á Álandi í 1991, tí hon júst hevði átt. ? Eg varð biðin um at koma við, men eg orkaði ikki, greiðir Marjun frá.

Spurd, hvørjar vónir hon hevur til hesa kappingina, sigur hon, at tað liggur eitt rættiliga stórt trýst á liðnum, tí tað vann gull seinast.

- Hóast vit ikki vita, hvussu hini londini hava ment seg, so vita vit, at okkara lið hesaferð er minst líka gott sum tað, sum vann seinast. Gamaní eru fleiri leikarar skiftir út, men í flestu førum er talan um eldri leikarar, sum eru givnir og yngri, sum eru komnir ístaðin. Tað gevur nakað at byggja á frameftir, og tí hava vit gott í væntu framyvir, sigur Marjun.


Hava fleiri royndir

Hon leggur afturat, at tað eisini hevur sera stóran týdning fyri liðið, at útlagdu føroyingarnir nú hava leikt tvey ár afturat í útlendskari kapping, og tí eru tær enn meira royndar enn tær vóru fyri tveimum árum síðani.

- Hatta er galdandi bæði fyri Alvildu, Hjørdis og Gudrid, sum framvegis hoyra til yngra ættarliðið av føroysku landsliðsleikarunum, tí tær skulu skapa tyngdina í føroyska spælinum.

Sum sagt er Marjun helst tann royndasti føroyski flogbóltsspælarin yvirhøvur í løtuni, og hóst hon ikki longur hoyrir til í yngra endanum, so kennir hon seg ikki uttanfyri av teirri orsøk.

- Ein orsøk til at eg tími at halda fram ? og tað er bæði galdandi fyri Mjølnir og landsliðið ? er, at samanhaldið millum leikararnar er einastandandi gott. Einki lið stendur uppi av einstaklingum. Uttan samanhald ber ikki til at hava eitt gott lið. Soleiðis kenni eg tað við hesum landsliðnum og tá til stykkis kemur, kann tað fara at vera tann avgerðandi parturin. Vit kunnu siga alt hvør við aðra og tað er neyðugt viðhvørt, sigur Marjun, sum fyrstu ferð fór at spæla flogbólt tá hon var 16 ára gomul.

Tá hevði hon roynt seg við badminton og hondbólti, men tað skuldi gerast flogbólturin, sum gjørdist hennara vørumerkið. Og uttan nærri kanning kunnu vit ósmæðin staðfesta at eingin kemur nærhendis dystartalinum hjá Marjun í bræði, sjálvt um hon fyrr hevur hótt við at gevast. Men nú nærkast teir hundrað dystirnir og so kann hon eins væl halda á.