Málið endaði á bilum

Tað var fitt av vindi, tá GÍ og B36 skuldu spæla í Sarpugerði sunnudagin. Og longu undan dystarbyrjan høvdu onkrir av spælarunum hjá B36 fingið sær ein lítlan skelk. Málini, sum verða brúkt til spæl um hálvan vøll, vórðu sjálvandi flutt út um gyrðingina, men har fingu hvirlurnar fatur á málinum.

Úrslitið varð, at tríggir av bilunum hjá B36-spælarunum fingu nakrar snuddir. Ein av bilánarunum var Fróði Benjaminsen, men hann helt ikki, at orsøk var at gera stórvegis háva burtur úr hesum.

- Bilurin hjá Hanusi Thorleifsson fekk nakrar buglur á takið, og eisini fingu bilarnir hjá mær og Jóan Paula Jakobsen nakrar skeinur, men nakran álvarsligan skaða var talan tó ikki um, sigur hann.