Talið av málum eftir 15 umførum í 2008 er 199. Tað hægsta, eftir 15 umførum, var í 2006, tá 238 mál vóru skotin.
Nógv hevur verið tosað um, at liðini ikki í sama mun leypa á mótstøðuna sum fyrr. Tað staðfestir talið av málunum, sum higartil eru skotin. Tað byrjaði annars ógvuliga væl, tí fyrsta umfar av ársins útgávu av Formuladeildini var tað málríkasta, síðan 2001. Mál skotin í Formuladeildini eftir 15 umførum: 2005: 218, 2006: 238, 2007: 225 og 2008: 199.










