Eisini løgmaður fegnast almikið um ætlanina, hóast alsamt fleiri av hasara partamonnum eru ivasamir.
Á Facebook sigur løgmaður millum annað soleiðis:
– Aksel hevur sagt fyri nøkrum døgum síðani at hendan loysnin gjørdist 800 mió dýrari, nú sigur Aksel hon er 3 mia dýrari? Endin verður nokk, at øsingin forðar nøkrum tunli yvirhøvur okkum so líkt.
Tað er hugvekjandi, at landsins ovasti leiðari kemur til ta niðurstøðu, at tað er ein andstøðuleiðari, sum fær skapt so mikið stóra øsing, at verkætlanin dettur niðurfyri. Er ætlanin so góð, sum Kári P. Højgaard vil verða við, so er jú einki problem, og so tolir avtalan og øll viðgerðin dagsins ljós.
Men tað er so eftir øllum at døma ikki bara fólk í andstøðuni, sum ikki eru heilt álvulig við ætlanina. Í dag er sjón fyri søgn, at partamenn hjá løgmanni ikki eru so fegnir um mátan, sum Kári P. Højgaard og løgmaður vilja fíggja tunnilin.
Bárður Nielsen mælir beinleiðis til at bíða við at skriva undir, til fleiri viðkomandi spurningar eru svaraðir. Hann heldur, at vit eiga at umhugsa eina heildarloysn fyri allar Føroyar.
– Fram um alt er avgerandi, at atlit verða tikin til allar Føroyar og føroyingar, áðrenn ein bindandi milliardakontrakt verður undirskrivað, sigur Bárður Nielsen, sum vil hava hesar spurningar svaraðar:
• Hvussu fáast aðrir komandi undirsjóvartunlar at spæla sum best saman við Skálafjarðartunlinum?
• Eigur Suðuroyarleiðin (Sandoyartunnilin og Suðuroyartunnilin) at verða hugsað inn í eina størri heild, har ið Skálafjarðartunnilin er við í myndini?
• Skulu verandi tunnilsfeløg (Vágatunnilin og Norðoyatunnilin) takast upp í eina stóra og samanhangandi framtíðartryggjaða heildarloysn?
Sum Bárður Nielsen so skilagott vísir á, so eru fleir av hesum spurningum ópopulerir at reisa nú, men tað heldur hann tó ikki eigur at forða fyri, at teir verða tiknir upp.
– Tað skylda vit politikarar verandi og komandi ættarliðum av føroyingum, sum skulu liva við teimum politisku og fíggjarligu avgerðum, ið nú skulu takast.
Tað er jú tað, sum tað heila snýr seg um hjá politikarum.
– Tað er beinleiðis ábyrgdarleyst bara at lata »målet hellige midlet«.