Uff, uff og aftur uff. Úf!
Fyrst nøkur súrgað orð um miðvíkingar, sum ikki eru til, men sum tó fanga stórar fiskar.
Álvaratos, ÚF vertir. Nú mugu tit taka tykkum saman. Gerandisprát og sampakkandi villur bera vit dagliga yvir við, væl vitandi, at lætt er ikki at sita fyri opnari mikrofon.
Men tað er, sum lækkar støðið.
Fyri kortum varð eitt nýtt slag av føroyingum uppfunnið í ÚF. Miðvíkingar, ella hvussu hetta skal stavast.
Eingin bygd eitur Miðvík! Tískil finnast hesi fólk ikki í veruleikanum.<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Skal eg eiga leiklutin at minna á hetta, so lat fara: fyri at verða nevndur ?víkingur má ein koma úr eini vík, t.d. klaksvíkingur ella hoyvíkingur. Tískil blívur ein maður úr Miðvági ikki víkingur uttan hóvasták, hvussu nógv hann so fiskar, tí bygd hansara er ein vág ? ikki vík. Tí eina fiskiklógv úr Miðvági var tað, ið talan var um henda dag í ÚF.<o:p></o:p>
Annars gerst heldur tungt at hoyra ymisk orð koma upp at venda, gerast mótaorð millum landsins kosnu og onnur, fyri síðani at verða nýtt og misnýtt í tað óendaliga. (Hvør minnist ikki lagkøkur, ?alt annað líka? ella ?í og fyri seg?).
Um eg t.d. nevni orðið ?senarie?(ella hvussu tað skrivast), so skilja helst nøkur hvat eg meini, síðani ein landsstýrismaður byrjaði at nýta hetta í tíð og ótíð og onnur síðani hava gjørt tað sama.
Hvussu nógv í veruleikanum kenna og skilja orðið, skal ikki her metast um, men vert er at sláa tað upp í onkrari stórari bók, tí tað verður ofta havt á munni í miðlunum.
<o:p></o:p>
Uppafturhitað súpan
At vera múlatrútin merkir sambært orðabókini, at ein er illa hýrdur, súrur.
Tá eg settist at skriva hesar reglur gjørdist eg satt at siga illa við. Um ikki súrur, so kanska illa hýrdur.<o:p></o:p>
Tí hvat havi eg sæð ella hoyrt farnu vikuna í loftmiðlunum, ið er vert nakrar reglur so ella so?<o:p></o:p>
Nei, næstan einki rennur mær í hug. Jú, Zacharias Hammer vitjaði Gásadal, frálíkt, men tað var ikki nú í vikuni.<o:p></o:p>
Á, ja!!! Okkurt var úr Múla í Svf.
Sum heild dámar mær væl tilfarið, ið Studio Pegasus letur Útvarpinum. Nýtt úr Norðoyggjum er ofta áhugavert at frætta og Fólk og frítíð riggar væl, eins og skemtiliga undirhaldið við frálíku sms-kappingini.
Síðani hevur ÚF eisini sent Pegasus framleiðsluna Aftur til Múla, ið var í fleiri pørtum, men tó á góðari leið.
Men nú skuldu vit so aftur Aftur til Múla. Spennandi, hóast alt, tí nú komu vit aftur sum sjónvarpshyggjarar.
Vakrar myndir og so framvegis. Men vit høvdu hoyrt hatta áður, um enn vit ikki høvdu sæð. Vit kendu og vistu tað mesta.
Og lítið flog var yvir sendingini. Varislig klipp, myndin av bygdini sera ofta úr sama stað á smala vegnum, meðan tónleikurin leikti, fylti út.
Eg eri ikki hann, ið ætli at taka mótið og virkisfýsni frá nøkrum. Tvørturímóti! Hatta var væl framleitt av leikfólki, hevði kanska ikki verið betri, um Svf átti heiðurin av sendingini.
Men hatta er nú einaferð uppafturhitað súpan!
Tað er vert at hava í huga, tá framleitt verður. Gamaní, tvær flugur við eitt smekk (viðkomandi í Norðoyggjum í hesum døgum, skilst), men fyri at fanga í aðru atløgu má meira til, enn bert myndirnar afturat søguni, ið jú er søgd so greitt og væl í ÚF. Kanska meira ferð, okkurt annað kryddarí, hvat veit eg?
Ikki tí, fólk flest hava óivað hugnað sær við hesi sending, tí sendingin var á eini leið, rætt skal vera rætt. Vit bíða spent eftir øðrum parti.
Tann, ið traðkar fram, má tola at verða vigaður og dømdur. Og rós má tað verða til fólkini ?har Norði?, at ummælarin einki annað (føroyskt) minnist í skrivandi løtu, enn sendingina frá Pegasus.
Eri so púra samdur við mín góða vin á Dimmu, G.L.P, tá hann týsdagin m.a. skrivar, at Dagur og Vika tekur alla orkuna hjá manningini í Svf.
Nú hava vit nærum í 20 ár havt sendingar, ið tappaðar eru frá útlendskum rásum, meðan alt verður gjørt fyri at fáa eina góða tíðindasending, har ein stórur asfaltvegur fjalir hálvan sjónvarpsrútin, tá onkur útlendingur skal navngevast á skrift, tí navnið jú stendur á donskum ella norkum undir asfaltrúgvuni(!).
Setir ein seg at hugsa um slíkt, so er lætt at gerast múlatrútin. Men vónina um glottar fyri framman eiga vit, uttan at nakar ? víkingur ella ikki ? kann taka hana frá okkum ella leggja avgjald á.