Teir eru í løtuni í ferð við at enda arbeiðið innanveggja, og tí er ætlanin at málaraarbeiðið skal byrja í næstu viku. Og um ein mánað ella so sleppa gólváleggjararnir framat til sítt arbeiði.
Tað er byggifyritøkan hjá Jóan Peturi Vang sum hevur høvuðsarbeiðstøkuna um hendi. Teir gera kortini ikki alt arbeiðið einsamallir, tí Ma-El á Strondum ger el-arbeiðið, Magni Jacobsen úr Klaksvík ger málaraarbeiðið, meðan Tangavirkið í Vági tekur sær av hita- og sanitetsarbeiðinum.
Kostnaðurin fyri arbeiðið hjá Jóan Petur Vang er mettur til 10 mió. kr. Teir fingu arbeiðið í kapping við aðrar fyritøkur, m.a. úr Havnini, sum bjóðaðu sær at gera sama arbeiðið, men fyri ein kostnað, ið var upp til ein triðing dýrari.










