Nú um dagarnar kom út ein forkunnugbók um málarafakið, skrivað av einum garvaðum málarameistara, Thomas Michael Smith.
Bókin eitur »Málarasøgur«, og har eru nógvar søgur og myndir um eitt handverk, sum ikki er til longur í sínum áhugaverda upprunalíki.
Í bókini eru søgur um tað rættuliga unga málarayrkið sum handverk í Føroyum. Um málarar, ið vita, hvussu yrkið var fyrr, og hvussu tað er nú. Um farnar málarar og teirra, í mongum førum, listahandverk. Tí soleiðis var málarayrkið háttað í gomlum døgum, tá ið málarar gingu í kitli og slipsi og æðramálaðu, marmoreraður, lakkeraðu og fullspartlaðu.
Uppímillum eru søgur um teir gomlu málararnar, teirra frásagnir um aðrar málarar, ið vóru tiltiknir skemtarar.
Hetta eru søgur um bílagt arbeiði á fjallatindi, í fjøru, á bygd og í bý, úti og heima.
Bókin sigur frá málarameistarum, ið sum listamenn settu lit á kirkjur, hotell, skúlar, sjúkrahús, samkomuhús, stórar og smáar bygningar, gamlar og nýggjar, og valahús.
Thomas Michael Smith veit sum vera man nógv um málarafakið. Eitt er, at hann er ein av okkara royndastu málarum, men hann er eisini av málaraætt ? í fleiri ættarlið. Abbi hansara var Johan Smith í Vági, sum arbeiddi sum málari. Tá ið tað ikki var nóg mikið til lívsins uppihald at mála burturav, hevði hann málingahandil í Vági. Pápi Thomas Michael Smith var William Smith, sum bæði var málarameistari og listamálari. Saman við beiggja sínum, Napoleon, hevði William málaravirki.
Ein áhugaverd bók um eitt áhugavert fak. Ein bók við siðsøguligum virði fyri mentan okkara.
Tað er Hestprent, sum hevur umsitið prentgerðina, og Thomas Michael Smith hevur givið bókina út á egnum forlag.