Mæla til samstarv í Egyptalandi

Amerikanska stjórnin mælti í dag stjórnini og herinum í Egyptalandi til at samarbeiða við tí felags stevnumiði at bøta um korini hjá fólkinum.

Tilmælið úr Washington var ivaleyst ein avleiðing av, at Mohammed Morsi, forseti (myndin), hevur loyst ovastan fyri hermegini, generalin Tantari, og verjumálaráðharran, Sami Aman, úr starvi.

Eygleiðarar siga, at avgerðin hjá Muhammed Morsi er ein roynd at styrkja støðu forsetans mótvegis herinum, sum leingi hevur havt tað veruliga valdið í Egyptalandi.