Sveinur Tróndarson
Í tilmælinum frá Skipanarnevndini stendur, at mælt verður til, at talið av fiskidøgum fyri feksfiskaflotan undir Føroyum verður hitt sama fyri fiskiárið 2000/2001 sum fiskiárið 1999/2000. Samstundis verður mælt til, at lemmatrolararnir verða tiknir upp í fiskidagaskipanina við 1299 fiskidøgum. Hesir kunnu nýtast innan fyri ringin. Verður fiskað uttan fyri ringin telur hvør fiskidagur 1/3 dag.
Tað er høvuðsniðurstøðan av tilmælinum frá Skipanarnevndini til landsstýrismannin við fiskivinnumálum, fyri komandi fiskiár.
Tað er einki yvir at dylja, at tilmælini, sum endaliga frágreiðingin frá Skipanarnevndini byggir á, eru ymisk. Øðrumegin stendur Fiskirannsóknarstovan og sigur, at veiðitrýstið er ov høgt eftir toski og upsa. Teir mæla tí til ein niðurskurð í fiskidagatalinum upp á umleið 30 til 35 prosent.
Hinumegin stendur Stovsrøktarnevndin. Hon er mannað við fólki úr vinnuni, og hon heldur ikki, at metingarnar hjá fiskifrøðingunum eru rættar. Sambært stovnsrøktarnevndini er toskastovnurin nú komin niður á eitt meira vanligt støði, meðan upsastovnurin er í menning. Tí mælir hon til, at fiskidagatalið verður á sama støði, sum tað hevur verið í ár.
Skipanarnevndin hevur viðgjørt tilfarið hjá báðum nevndunum og teirra niðurstøða er, at tað eru ongar sannførandi lívfrøðiligar grundir fyri at broyta heildarfiskidagatalið fyri fiskiárið 2000/2001. Stovnsmetingarnar hjá Fiskirannsóknarstovuni vísa, at í 1999 er veiðitrýtsið á upsa, tosski og hýsu frá 33 prosentum og niðureftir. Eftir hesum hevur fiskidagaskipanin ført til eitt lægri veiðitrýst enn 33 prosent, sum var tað, sum miðað varð ímóti tá skipanin var sett á stovn, sigur Skipanarnevndin í grundgevingunum til tilmælið.
Tað er eisini uppgávan hjá Skipanarnevndini at taka hædd fyri lopum og líðandi batum í veiðievnunum í fiskivinnuni. Hesi evni vóru uppgjørt í 1996/97. Síðani tá eru veiðievnini batnað, men av tí at eingi tøl eru fyri í ár, kemur nevndin ikki við nøkrum tilmæli um lækkingar í ár.
Metingar siga, at veiðievnini batna við umleið 5 prosentum um árið, og tí metir Skipanarnevndin, at niðurskurðirnir, sum vóru gjørdir í 1997/98 og 1998/99, eru nóg stórir. Fyrra árið var niðurskurðurin 12,5 prosent, meðan hann var 5 prosent tað seinna árið.k.
Fara tit aftur at nýta harðskap?
- Vit nýta ikki harðskap!
Eru tit vápnaðir?
- Ja, vit hava kanónir. Men tær skjóta bara við sukulátukøkum, ha, ha...
Hava tit ongan skarpan lóður við?
- Nei, vit nýta ikki vápn!
Hvussu fara tit at leggja uppí grindadráp?
- Vit fara fyrst at royna at reka grindir burtur frá oyggjunum. Tá ið vit leggja beinleiðis upp í drápið, fara vit ikki at løsta nakran!
Men, leggja tit upp í grindadrápið, so bróta tit føroyska lóg?
- Eg leggi einki í lógir, sum....
Ert tú anarkistur?
- Anarkistur...?...ehhh, nei...men eg leggi einki í lógir, ið verja órættvísi og ræðuleika. Vit eru ein altjóða felagsskapur. Ikki ein føroyskur.