Danmark og Grønland taka nú stig til at loysa trætuna um økið kring Norðpólin á friðarligan hátt
Í einum brævi til stjórnirnar í Noregi, Kanada, USA og Russlandi skjóta Per Stig Møller, uttanríkisráðharri, og Hans Enoksen, landsstýrisformaður, upp, at umboð fyri londini hittast á ráðstevnu í Grønlandi síðst í mai næsta ár at viðgera málið.
-Tað ber ikki til at býta tað arktiska økið sundur, eftir hvør er fyrstur at seta flaggið har. Soleiðis kann málið ikki loysast, sigur Per Stig Møller. Við hesum sipar hann til, at russar hava sett eitt flagg á havbotnin við Norðpólin, og at Kanada hevur ætlanir um at byggja herstøðir í økinum.
Ætlanin hjá Per Stig Møller og Hans Enoksen er, at Danmark, Grønland, Noreg, Kanada, USA og Russland skulu semjast um at býta økið á ein sømiligan hátt, og at partarnir leggja seg eftir at avmarka veðurlagsbroytingarnar, sum av álvara eru farnar at gera seg galdandi í tí arktiska økinum.
Økið kring Norðpólin hevur stóran áhuga, tí hildið verður, at har eru stór ríkidømi í undirgrundini, og harafturat verður leiðin skjótt siglingarleið, um ísurin heldur fram við at bráðna.