Ein arbeiðsbólkur hevur í dag mælt landsstýrinum til at loysa trupulleikarnar hjá sjúklingahotellinum í Keypmannahavn við at byggja nýtt hotell Eitt spildurnýtt hotel til 125 fólk mitt í Keypmannahavn fer sambært arbeiðsbólkinum at kosta 190 miljónir krónur.
Arbeiðsbólkurin, sum í dag hevur handað landsstýrismanninum í heilsumálum álit í málinum, heldur, at rætta loysnin á hølistrupulleikunum hjá føroyska sjúklingahotellinum er at byggja eitt nýtt hotell.
Leiðarin á Hotel Torshavn, Anna Maria Durhuus, hevur verið forkvinna í arbeiðsbólkinum.
-Vit kundu keypa eitt gamal røktarheim, men tað er ikki nøkur góð loysn. Tí mæla vit til hesa loysn. Men er 190 milliónir krónur ov nógv, ber eisini til at leiga, men tað má Løgtingið taka støðu til, sigur Annar Maria Djurhuus við Kringvarpið.
Kelda: Kringvarpið










