– Hetta trúgvi eg fegin. Tað sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd, tá ið vit greiða henni frá úrslitinum av eini spildurnýggjari kanning hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd í Danmark.
Har verður staðfest, hvussu vandamikið tað er hjá bilførarum arbeiða við skíggjanum í bilinum ímeðan teir koyra.
Les meiri um tað her: Mundi enda galið hjá 13 prosentum av bilførarunum
Lovisa Petersen Glerfoss vísir á, at tað er ólógligt at bilførarar tosa í hondhildna fartelefon ímeðan teir koyra. Men tað er einki í vegin fyri, at teir sita við einum ísi, ella einum kaffikoppi í hondini, hóast tað er akkurát líka órógvandi sum tað er at sita við eini hondhildnari fartelefon.
Í Føroyum, fáa bilførarar bót fyri at tosa í hondhildna fartelefon ímeðan teir koyra, men í Danmark fáa teir eisini klipp í koyrikortið.
– Vit hava mælt til, at revsingin í Føroyum verður herd, soleiðis at bilførarat eisini fáa klipp í koyrokortið fyri at tosa í hondhildnari fartelefon, sigur stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Hon endurtekur tað, hon ofta hevur ført fram um, hvussu vandamikið tað er, ikki at vera árvakin, tá ið tú koyrir bil.
Ein kanning í Danmark, vísir, at fonglast tú við telefonina ímeðan tú koyrir bil, er tað líka vandamikið sm at koyra við eini lítlari kenning, sigur hon.
Ráðið Fyri Ferðslutrygd hevur víst á, at koyrir tú 80 kilometrar um tíman, og tekur tú bara eyguni av vegnum í fimm sekund ímeðan tú arbeiðir við skerminum í bilinum, hevur tú koyrir heilar 111 metrar, áðrenn tú hyggur at vegnum aftur. Sostatt hevur tú koyrt 111 metrar í blindum.
Hon sigur, at sjálv koplar hon ikki telefonina í bluetooth í bilinum og hon tekur heldur ikki telefonina, tá ið hon koyrir.
– Ein krevjandi telefonsamrøða er eisini órógvandi fyri koyringina. Er tað neyðugt, at tosa í telefon, koyrir eg til síðis og setir bilin, sigur Lovisa Petersen Glerfoss.










