John Johannessen
Eitt álit um viðurskifti og mentan hjá børnum og teimum ungu í Tórshavnar kommunu eigur at verða gjørt í næstum.
Hetta er eitt av tilmælunum í nýggja mentanarálitinum, sum fyrradagin varð handað Leivi Hansen, býráðsformanni í Havn.
Arbeiðsbólkurin, ið hevur skrivað álitið, mælir til, at barnaálitið verður gjørt í neyvum samstarvi við barnaverndarnevndina, somuleiðis sum tað skal líkjast eldraálitinum, ið varð lagt fram fyri nøkrum árum síðani.
Børnini vorðin einsamøll og óvard
Grundgevingina fyri, at neyðugt er við einum barnaáliti, sigur arbeiðsbólkurin vera, at tær stóru samfelagsbroytingarnar, sum hava verið hetta seinasta ættarliðið tykjast at hava gjørt tey veiku børnini meira einsamøll og óvard. Samfelagsbroytingarnar, bólkurin sipar til, eru í mestan mun broytingar í arbeiðslívi og tøkni.
Meira samstarv millum skúlar
Skúlarnir skulu eisini gera eitt størri arbeiði fyri, at børnini kenna seg sum part av eini størri og skapandi eind. Hetta sigur arbeiðsbólkurin í einum øðrum broti í mentanarálitinum, sum snýr seg um skúlasamstarv. Í hesum broti mælir arbeiðsbólkurin til, at skúlarnir á hvørjum ári hava ymisk felags tiltøk. Sum dømi verður møguleiki fyri eini felags stevnu við føroyskum dansi nevndur, somuleiðis sum kórstevna og felags sjónleikarastevna verða nevndar.
Álitið mælir eisini til at ábyrgdarkenslurnar hjá næmingunum fyri nærumhvørvinum verða styrktar. Hetta heldur arbeiðsbólkurin kann gerast við at ársins skúlastova verður vald, og at tann flokkurin, ið eigur skúlastovuna, fær virðisløn ella heiðursbræv afturfyri.
Mentanarálitið hevur ta sannføring, at skúlarnir í høvuðsstaðnum skulu vera annað enn skúlar. Mælt verður til, at roynt verður at hava skúlarnar opnar eftir skúlatíð. Teir skulu nevniliga gerast virkisdeplar í grannalagnum, somuleiðis sum skúlagarðarnir skulu verða virkin og lokkandi spæliøki í býlinginum.