– Vit ynskja, at alt Føroyar skal hava eins vilkor innan hetta øki. Tað hevur verið tiltrongt í hvussu er í 10 ár. Tað gamla álitið um hospice og palliatión, skuldi eftirmetast í 2003, men tað var ikki gjørt fyrr enn nú. Okkara tilmæli er at fáa eina palliativa deild, so at tað kann vera fyri allar palliativar sjúklingar – ikki bara krabbameinsjúklingar, men øll, sum hava eina ólekiliga, álvarsliga sjúku, sigur Bjarni á Steig, yvirlækni í blóðsjúkum, intermedisin og palliatión.
##med2##
##med3##
Palliativ viðgerð
Bjarni á Steig handaði í gjár vegna arbeiðsbólkin landsstýrismanninum við heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, tilmælið um palliatión og hospice í Føroyum.
Palliativ viðgerð, røkt og umsorgan skal bøta lívsgóðskuna hjá sjúklingum og teirra avvarðandi, tá ið sjúklingurin hevur lívshóttandi sjúku. Hetta verður gjørt við at fyribyrgja og linna líðingina, sigur heimsheilsustovnurin WHO millum annað í allýsingini av palliatión.
Tað var fyrrverandi landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg, ið setti ein arbeiðsbólk at gera hetta tilmæli.
Lurtið eftir samrøðuni við Bjarni á Steig, sum varð send á FM 1, við at trýsta á pílin undir myndini.
##med4##
##med5##