Mæla staðiliga frá at samtykkja

- Óvanliga nógvir spurningar um avleiðingar av uppskotinum um fyrisiting av sjófeingi hava staðið ósvaraðir undir nevndarviðgerðini, sigur meirilutin í vinnunevndini.

Undir viðgerðini av uppskotinum um fyrisiting av sjófeingi býtti vinnunevndin seg í ein minniluta, sum eru umboðini fyri samgonguflokkarnar - og í ein meiriluta, sum eru umboðini fyri andstøðuna, Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø, Jákup Mikkelsen og Jógvan Skorheim.

 

Meirilutin i vinnunevndini mælir løgtinginum staðiliga frá at samtykkja uppskotið, soleiðis sum minnilutin mælir til.  Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø, Jákup Mikkelsen og Jógvan Skorheim vísa á, at eitt ótal av hoyringum hevur verið í nevndini og hava ein fyri og onnur eftir mælt frá at gera broytingarnar, soleiðis sum landsstýrið hevur lagt upp til.

 

- Men, tað hevur verið sum at sletta vatn á gás. Vit halda tí, at talan mest sum hevur verið um eina proformaviðgerð í vinnunevndini, har landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, og formaðurin í Framsókn, Poul Michelsen, hava orðað broytingarnar, ið gjørdar eru.

 

Meirilutin vísir, at løgmaður, Aksel V. Johannesen, og Javnaðarflokkurin síðan hava kíkað alt, sum tað er, hóast suðuroyartingmennirnir, Kristin Michelsen og Bjarni Hammer, eitt stutt skifti royndu at gera ein vørr undir viðgerðini og fingu flutt uppboðssøluna nakað niður, og økiskvoturnar upp.

 

- Men, fyri tað hava teir latið landsstýrismanninum heimild at leggja uppskot fyri løgtingið at draga inn øll útlutað rættindi til landið við trimum prosentum árliga fyri síðan at selja tey á uppboði. Harvið er prinsippið um, at øll rættindi við tíðini skulu um eina almenna uppboðssølu knæsett.

 

Jørgen Niclasen, Bjørn Kalsø, Jákup Mikkelsen og Jógvan Skorheim vísa á, at talan ongantíð hevur verið um nakrar veruligar samráðingar í vinnunevndini um semju. Nevndarlimirnir í samgonguni hava ikki havt nakran reellan samráðingarrætt. Tí, hvør smálutur verður stýrdur úr landsstýrinum.

 

- Arbeiðsumstøðurnar hjá meirilutanum hava tí verið út av lagi vánaligar, og hetta hevur ikki bøtt um støðuna. Óvanliga nógvir spurningar um avleiðingar av uppskotinum hava staðið ósvaraðir undir nevndarviðgerðini, siga teir fýra í meirilutanum í vinnunevndini, sum staðiliga mæla frá at samtykkja uppskotið.