Mæla Ísrael frá at gera innrás

Bretland og Frakland heita nú á Ísrael um at sleppa møguligum ætlanum um at gera innrás í Gazageiran. Sambært fjølmiðlunum hevur bretski forsætisráðharrin, David Cameron, sagt, at ein innrás fer at fáa fleiri av teimum, sum styðja Ísrael, at venda sær ímóti landinum.

Franski uttanríkisráðharrin, Laurent Fabius (myndin), var í Ísrael í gjár, og har segði hann við tíðindafólk, at kríggj er ongantíð nøkur loysn.

ES sigur í einari fráboðan, at Hamas hevur ábyrgdina av ófriðinum, tí tað var Hamas, sum byrjaði.

-Rakettálopini hjá Hamas og øðrum bólkum í Gazageiranum vóru upphavið til stríðið, stendur í ES-fráboðanini.