Mæla nú fólki til at koyra alt burtur

Fólk kunnu fara á apotekið og fáa pengarnar aftur

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú ímóti øllum sløgum av Husk kostískoyti, vandi er fyri at fáa salmonellu. Í Danmark hava fleiri fólk fingið salmonella av tí og har eru trý fólk deyð av salmonellu. Men annars hava tey staðfest, salmonellu hjá 33 fólkum í Danmark, og 19 av teimum eru so sjúk, at tey eru innløgd, og fleiri av teimum eru illa fyri.

Øll hesi fólkini, sum myndugleikarnir hava tosað við, hava tað í felag, at tey hava tikið Husk kostískoyti og danski serumstovnurin hevur staðfest, at tey hava sama slag salmonella, sum er funnið í Husk kostískoyti.

Hetta kostískoytið er eisini selt í Føroyum og Apotekið í Føroyum hevur eisini gjørt sumt av tí. Í farnu viku varð ávarað ímóti ávísum sendingum av hesum kostískoytinum og fyrr í vikuni var ávaringin víðkað til at umfata fleiri sløg. Men nú hava myndugleikarnir gjørt av at binda um heilan fingur, tí nú mæla tey fólki frá at eta nakað slag av Husk kostískoyti.  

Myndugleikarnir í Danmark mæla fólki til at tveita alt Husk kostískoyti í skrell og í Føroyum sigur Apotekið, at fólk kunnu lata tað inn aftur á Apotekið og so fáa tey pengarnar aftur, eisini hóast ílatið er ásett.

Serumstovnurin vísa kortini á, at, at hóast fólk hava tikið Husk kostískoyti, er vandin fyri at fáa salmonella, øgiliga lítil. Og nógv tey flestu av teimum, sum fáa salmonella, verða ikki serliga sjúk – men hjá summum tekur tað rættiliga fast, og higartil eru trý fólk so deyð í Danmark.

Sjúkuteknini vísa seg 12 – 72 tímar eftir at fólk hava fingið smittuna – og aloftast vísa tey seg 12 – 36 tímar eftir, at ein er smittaður. Sjúkuteknini minna um influensu og aloftast verða fólk frísk aftur upp á nakrar dagar, men verða tey ikki tað, er frægast at fara til lækna. Men hjá nøkrum fáum kann tað verða álvarligt, tí tey kunnu fáa blóðeitran av salmonellu.