Mála Merkið

Góðveðrið leggur upp til, at nógv fólk kunnu væntast til flaggdagshald kring landið. Á Vaglnum í Havn byrjar almenna flaggdagshaldið klokkan 15.

Børnini eiga sín sjálvsagda lut í hesum, og í ár ber til at gera sítt egna flagg at hava við til hátíðarhaldið.

Perlan í Tórsgøtu letur upp klokkan 13, og har ber til hjá øllum børnum at mála sítt egna flagg at hava við sær niðan á Vaglið.

Stigtakari er Sigga Vang við Familjuni

Hon vitjar júst nú á Rás2, har hon legði vertunum lag á, tá tey málaðu sítt egna Merkið.

Tiltakið fyri børnini verður í Tórsgøtu, frá klokkan 13 til 14:30.

Leggjast skal afturat, at fløggini hjá Rás2 vertunum verða sýnd fram í Perluni.