Mæla frá beinleiðis toskaveiði

ICES mælir frá beinleiðis roynd eftir toski undir Føroyum. Toskastovnurin á føroyska landgrunninum er nú so illa fyri, at fiskifrøðingarnir mæla frá beinleiðis roynd eftir toski næsta ár.

ICES ásannar, at tað ber ikki til at steðga allari toskaveiði, tí væl av toski verður fiskað saman við øðrum fiski. Men beinleiðis royndin eftir toski má steðga, sigur ICES.

Hetta er aðru ferð, at ICES mælr frá beinleiðis roynd eftir toski undir Føroyum. Fyrru ferð var fyrst í nítiárunum.