Donsku røktarheimini og bústovnarnir í Danmark fingu lemjandi ummmæli, tá ið heilsumyndugleikarnir í ár vóru á eftirlitsvitjan. Ikki ein stovnur slapp undan.
So illa stendur ikki til í Føroyum, og so langt frá.
Í sínum eftirlitsfrágreiðingum um viðurskiftini í ár á samanlagt 12 røktarheimum, sambýlum og bústovnum er viðmerkingar um eitt nú, at starvsfólkini ikki mugu ganga við ringum ella uri, onkrastaðni eru journalirnar ikki nóg væl førdar, tey hava ikki nóg góðar leiðbeiningar, og summastaðni er heilivágurin ikki handfarin heilt eftir bókini.
Nakrir stovnar fingu álagt ikki at vaska klæðir í køldum vatni við har til hoyrandi sápu, sjálvt um tað er umhvørvisliga rætt, tí bakteriur doyggja ikki í køldum vatni.
Nýtslan av heilivági
Einki verður sagt beinleiðis um, at ov nógvur heilivágur verður givin, men okkurt kundi bent á illgruna um ovurnýtslu.
Í frágreiðingini frá vitjanini á einum eldrasambýli stendur, at har hava tey tosað um nýtsluna av heilivági, t. d. vatndrívandi heilivági og pínutablettum. Leiðslan varð biðin um at fáa at vita, hví búfólkini hava fingið hendan heilivágin. Á einum røktarheimi hava tey trupulleikar við at fáa ávísingar til heilivág.
- Tað er læknans ábyrgd at geva starvsfólkunum ávsíngarnar til starvsfólkini, um røktarheimið átekur sær at geva heilivág. Um tað ikki er heilt greitt, til hvat og hvussu helivágurin er ávístur, tí hervið átaka starvsfólkini sær fullu ábyrgdina av møguligum mistøkum, stendur í frágreiðingini.
Á fimm sambýlum vórðu viðmerkingar gjørdar til, at búfólkini fáa grind til døgurða.
- Vart verður gjørt við, at grind kann vera óegnað sum fólkaføði, og stovnurin eigur tí at gera sær greitt, um tað er rætt at geva fólkunum henda mat, stendur í viðmerkingunum.
Eingin leiðari
Flestu atfinningarnar fær Tórshavnar Privata Vistarheim.
Tá ið eftirlitsvitjanin fór fram, var eingin leiðari, og ógreitt var, hvør hevði ábyrgdina av røktini og umsorganini av búsfólkunum.
Bara tveir tímaløntir sjúkrarøktarfrøðingar høvdu viðkomandi útbúgving.
Upplýsingarnar í dagbókini yvir búfólk vóru ikki førdir til dags.
Landslæknin mælti til, at reglur verða gjørdar um, hvør umsitir heilivágin, og hvør skal hava heimild til at taka avgerðir um keyp og brúk av handkeypsheilivági, náttúruheilivági og kostískoyti.
Á Vistarheiminum hava tey ikki hugsað nóg nógv um kostin, eitt búfólk var ovurfeitt, og eingi prógv vórðu fingin fyri, at heimið fyllir almennu tilráðingunum viðvíkjandi kosti. Døgurða fær heimið frá sjúkrahúsinum, hinum máltíðunum standa starvsfólkini fyri.
Slíkar eftirlitsvitjanir verða gjørdar javnan á øllum stovnum undir Nærverkinum. Vitjanirnar verða ikki fráboðaðar frammanundan.










