Mæla ferðafólki til at boykotta 10 lond

– Talan er eisini um lond, har nógvir føroyingar ferðast

Nú summarið av álvara stendur fyri durum, mælir svenska samtakið, Schyst, ferðafólki til at boykotta 10 ferðamál kring um í heiminum.

Shyst er eitt samtaka av fleiri felagsskapum og fakfeløgunum, eisini Unionen, sum sigur, at tað er størsta fakfelag í Svøríki.

Orsøkin til, at mælt verður til, at boykotta 11 ávís ferðamál, er, at umstøðurnar hjá løntakarum eru út av lagi vánaligar í hesum londunum.

Í hesum sambandi hava løntakarar at kalla ongi rættindi, og onga trygd, og tey hava heldur ikki rætt at vera í fakfeløgum, verkfalsrætt, talifrælsi, rættin til at mótmæla, ella onnur rættindi, sum annars eru altjóða viðurkend.

Summi av hesum ferðamálum, eru eisini ferðamál, sum nógvir føroyingar ferðast til. Londini, mælt verður til at boykotta, eru Grikkaland, Turkaland, Tailand, Kina, Hong Kong, Indonesia, Sameindu Arabisku Emiratini, eisini Dubai, Egyptaland, Filipsoyggjar og Kolombia.

– Tey, sum royna at bøta um umstøðurnar hjá løntakarunum, verða søgd úr starvi, eru í vanda fyri at vera fyri harðskapi, ella verða sett føst.

Schyst sigur, at sokalla feriuparadísið, Turkaland, er eitt tað herviligasta landið av øllum í so máta. Har er ein fakfelagsleiðari myrdur og tey, sum hava roynt at skipa fakfeløg, ella hava mótmælt atbeiðsumstøðum, sum eru lívshættisligar, verða álopin av løgregluni og rættarsøkt.

Í londum, har rættindi hjá løntakarum ikki verða vird, hevur tað serligan týdning, at ferðavinnan gera vart við seg, tí ferðavinnan hevur ovurstóran búskaparligan týdning, sigur Schyst.

Tey halda, at ferðafólk eiga at hava álit á, at tey, sum eru um tey, hava grundleggjandi mannarættindi, tá ið tey eru til arbeiðis.