Enn eina ferð eru viðurskiftini hjá samkyndum á breddanum í Føroya Løgtingi. Løgtingið skal nú taka støðu til, um føroyskir myndugleikar skulu virka fyri at ymisk tilmæli frá Norðurlandaráðnum verða sett í gildi í Føroyum. Sama tilmæli hevur Norðurlandaráðið sent øllum hinum Norðurlondunum.
Og í hesum sambandi hevur Norðurlandaráðið eisini mælt til, at øll limalondini laga lógarverkið soleiðis til, at LGBT fólk fáa somu rættindi, sum øll onnur, og at øll Norðurlond viðurkenna rættindi hjá samkyndum pørum, eisini í familjuviðurskiftum. Eitt triðja tilmæli er, at fólk sum føla seg at hoyra til skeivt kyn, skulu fáa loyvi til at skifta kyn, ella at ein skal hava tað kyn, ein følir seg at vera.
Løgtingið viðger annars eitt uppskot frá Sonju Jógvansdóttir um akkurát hetta, men tað er ikki avgreitt.
Tað eru Pauli Trónd Petersen úr Tjóðveldi, og Jenis av Rana úr Miðflokkinum, sum hava umboða Føroyar í Norðurlandaráðnum og tað varð skjótt greitt, at serliga er Jenis av Rana komin í eina merkiliga støðu. Tað er ikki yvir at dylja, at hann hevur stríðst av øllum alvi ímóti at fólk sleppa at skifta kyn, og at samkynd skulu viðurkennast sum hjún.
Men nú hevur hann lagt eitt uppskot fyri Løgtingið, har tað nettupp verður mælt til, at rættindini hjá samkyndum verða vird. Pauli Trónd Petersen fegnaðist, eitt sindur speiðrekandi, um, at Jenis av Rana hevur broytt støðu á hesum øki.
Men tað fekk fleiri aðrar tinglimir at átala hann. Bæði Helgi Abrhamsen úr Sambandsflokkinum og Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum hildu lítið um framferðina hjá Paula Trónd Petersen, tí tey vístu á, at Jenis av Rana hevði lagt stórt arbeiðið í at broyta hesi ítøkiligu tilmælini um viðurskiftini hjá samkyndum.
Tað sama segði Jenis av Rana, men hann ásannaði, at hann fekk ikki undirtøku. Men hann váttaði samstundis, at hann hevði skrivað undir tilmælini, fyri at tey kundu verða lagt fyri Løgtingið. Tað er teirra uppgáva sum limir í Norðurlandaráðnum at leggja tey tilmæli fyri Løgtingið, sum Norðurlandaráðið samtykkir, skal leggjast fyri tey ymsu londini.
Men hann legði dent á, at hann hevur tryggjað sær, at Løgtingið sleppur at atkvøða um hvørt tilmæli sær, og hann fer sjálvandi at atkvøða ímóti tilmælunum um rættindini hjá LGBT.
Eisini aðrir løgtingslimir gjørdi vart við, at tey fóru ikki at atkvøða fyri tilmælinum um rættindini hjá LGBT, og bara tað ikki til, fóru tey at atkvøða ímóti øllum tilmælunum. Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, gjørdi eisini greitt, at Løgtingið fer at atkvøða fyri hvørt tilmæli sær.
Løgtingið skal ikki taka støðu til málið í dag. Nú skal tað fyrst til viðgerar í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum, og so verður tað aftur lagt fyri Løgtingið at taka støðu til.










