Mæla fólki frá at fara heim aftur

Tey, sum flýddu undan flóðalduni í Grønlandi, vit ikki nær tey sleppa heim aftur

Tað er enn óvist nær íbúgvarnir í grønlendsku bygdunum Nuugaatsiaq og Illorsuit, sleppa heim aftur.

 

Tær báar bygdirnar blivu ógvuliga hart raktar av flóðalduni, sum rakti Grønland herfyri.

 

Myndugleikarnir siga, at fjøllini í økinum er ikki trygg enn og ein flóðalda kann raka aftur áðrenn ein veit av. Tað er ov trupult at flyta fólkið úr bygdunum og tí kunnu fólkini ikki verða viss í, at hjálpin er nær um ein flóðalda rakar aftur.

 

Tað skrivar KNR í dag.

 

Bæði kommunan í økinum og landsstýrið fráráða fólki at fara heim aftur og eru farin undir at fyrireika fyribils heim til teirra, ið noyddust at flýggja frá húsi og heimi. Í ringasta føri kunnu tað ganga nøkur ár, inntil tey kunnu fara heim aftur, skriva KNR á heimasíðu síni í dag.