Mála býin hvítan

Býurin verður snollaður upp, nú Eystanstevnan stendur fyri durum. Fólk hava ruddað og hampað um garðarnar og málingakustarnir hava verið á lofti

Uttanfyri nýggja handilin Hjá Fróða á Høgabóli í Saltangará standa tveir skemtingarsamin málarar uppi í einum stiga.

Eyðun Jacobsen og Jan Nónklett eru í ferð við, at mála nýggja handilsbygningin, sum fyritøkan Hjá Fróða hevur keypt nærhendis havnarlagið.

-Vit hava ótruliga nógva at gera. Um tað er stevnan, ið ger tað, veit eg ikki, sigur Eyðun.

-Tað eru bæði virkir, privathús og handlar sum hesin. Eg vænti, at meistarin torir ikki at siga ja til fleiri uppgávur, sigur Eyðun.

-Hyggur tú teg um sært hvussu fólk eru farin út at snøgg um, bæði í garðinum og sjálv húsini.

-Kommunan hevur skipað fyri ruddingardegi og børn og ung hava gingið og feiað og ruddað, sigur hann.


Hvítt, svart

og reytt


Hendan dagin málaðu teir hvítt hjá Fróða. Hvítt omaná gult - væl at merkja. Vit spurdu hvør Eystanstevnuliturin er hesaferð.

-Man hann ikki vera gulur, skemtar Eyðun.

-Man tað ikki vera gult og svart, hóast vit nú standa og mála hvítt omaná gult. Soleiðis er tað, tá ið havnarmenn koma inn higar. Havnarbáturin er hvítur. Kanska er tað tí, at hann (Fróði, red) vil hava bygningin hvítan, sigur hann.

Teir báðir málararnir ætla kortini ikki at mála býin reyðan á Eystanstevnuni.

-Nei eg rørið ikki sovorðið, er Eyðun kvikur at svara. Hann sipar til rúsdrekka.

-Fyri mítt viðkomandi fer stevnan at snúgva seg um tað andaliga, slæt hann fast.

Og Jan, sum spælir á 1. deildarliðnum hjá NSÍ sigur fer heldur ikki út at mála reytt:

-Nei, tað rokni eg ikki við. Eg fari til Suðuroyar og stevnan fer mest at snúgva seg um fótbólt.

Sambært Skálafjarða Málingahandli í Saltangará er tað annars ógvuliga sannlíkt, at húsini verða málaði reyð til hesa Eystanstevnuna. Heldur enn gul.

Høvuðslitirnir til hús í ár eru - eins og undanfaru ár - hvítt, svart og reytt, upplýsir handilin.lkini, sum eru uppvaksin og hava røtur her dáma tað ikki. Men tilflytararnir leggja ikki so nógv í tað, sigur hann.

Glyvramaður, saltangarámaður ella runavíkingur?

Teir hava í hvussu so er tann fyrimun, at teir bæði kunnu kalla seg bygdarfólk og býarfólk.

-Í Runavíkar kommunu búgva 2400 fólk og tað er nóg stórt at vera ein býur. Men hvør sær eru tær tríggjar størstu bygdirnar í kommununi Glyvrar, Saltangará ella Runavík ikki nóg stórar til at bera býarheiti. Í Saltangará, búgva ikki meira enn eini 800 fólk, sigur Niels Jacob Nielsen.