Mál verða rokkin við hesum árinum

Í sambandi við, at 2003 er lýst at verða ár teirra brekaðu, er ljóskastarin av álvara settur á tey, ið bera brek og teirra viðurskifti. MBF ger eitt miðvíst arbeiði fyri at fáa viðurskiftini lýst, og tey lata væl at undirtøkuni

Hóast stór framstig eru hend á økinum seinastu árini, so eru framvegis viðurskifti her á landi, sum avmarka tey, ið bera brek, frá at kunna virka so vanligt, sum til ber. Verri enn so allir almennir bygningar eru atkomuligir og onnur viðurskifti eru somuleiðis ikki betrað.
Og tað hevur Marjun Sigurðsdóttir, forkvinna í MBF, góðar vónir um at fáa betra. MBF arbeiðir miðvíst við at varpa ljós á viðurskiftini hjá teimum, sum bera brek, og tað letur til at undirtøkan er góð.
Millum annað er ein herferð á skránni hetta summarið, har ferðast verður kring landið við ymsum framsýningum og øðrum, sum tey, sum bera brek, skipa fyri.
Fyrsta stig av herferðin var á norðoyastevnu, sum var um mánaðarskifti mai ? juni. Tá var millum annað ein framsýning, sum teir vardu verkstaðirnir í Klaksvík, Runavík og Havn stóðu fyri. Har kundi ein síggja tekningar og annað, sum tey í dagliga starvast á verkstøðunum hava gjørt. Ein av lyklapersónunum til hesa framsýningina, Símun Poulsen úr Klaksvík, hevði ein heilan vegg fyri seg sjálvan við sínum meistarligu tekningum. Tað er somuleiðis ein tekning frá honum, sum er á plakatini fyri ár teirra brekaðu.
So bar eisini til at royna ymiskt tól á hesi framsýningini, sum lýsa viðurskiftini summi av teimum, sum bera brek dagliga liva undir. Til dømis var eitt tól, sum vísti, hvussu tað er at hava tinitus. So var eisini ein fløga við teknmáli fyri børn, og MBF hevði ein krók, har ein kundi fáa upplýsningar av ymsum slagi.
M´s Blues Band var eisini við á norðoyastevnu, og tey hildu eina góða konsert í sambandi við setanina av stevnuni. Tað var sera stuttiligt at síggja og hoyra tey. Tey spjaddu lívsgleði, tað er púra vist.
Men hetta var sum sagt bert byrjanin til tað heila. MBF hevur ætlanir um at ferðast kring landið við hesum. At tað bleiv júst á norðoyastevnu, var tí, at ein stevna verður mett at verða eitt gott høvi at varpa ljós á hesi viðurskiftini. Tað sást somuleiðis aftur í røðarunum á norðoyastevnu. Marjun helt sjálv røðu til midnáttarsamkomuna og forkvinnan í Giktafelag Føroya, Laila Solmunde helt røðuna til fólkafundin. Og harafturat varð Tóra við Keldu biðin um at handa steyp og heiðurmerki til kappróðrarfólkini.
Og Marjun væntar, at tey somuleiðis verða við á Jóansøku og á Varmakeldu. Hvussu verður við Ólavssøkuni, veit hon ikki at siga nú.

Náa onkur mál
Tær báðar Marjun Sigurðsdóttir og Laila Solmunde hildu sum sagt ávíkavist røðurnar á midnátt og til fólkafundin á norðoyastevnu. Báðar vístu tær á, at nógv er hent á økinum, men enn er langt eftir á mál.
? Atkoma er so nógv, men eg vænti, at hetta sum nú hendir og er hent, fer at spreiða seg sum ringar í vatninum, sigur Marjun Sigurðsdóttir.
Hon vísir á, at eitt nú er tann teknmálstulkaða Dagur og Vika eitt sera stórt framstig á leiðini. Men samstundis harmast hon um, at pengarnir til hetta eru við at ganga undan, og alt týðir upp á, at hetta verður burtur aftaná 1. juli. Men tað ætlar hon ikki skal henda. Hon sigur, at tey mugu royna at arbeiða fyri at útvega neyðuga peningin og so finna eina varðandi loysn.
? Hugsa tær, um tú ongantíð hevði hoyrt nøkur tíðindini ? hvørki í útvarpi ella sjónvarpi. Øll tey, sum eru deyv, fingu fyri fyrstu ferð eina teknmálstulkaða Dag og Viku í oktobur, og tey eru so fegin um hana, sigur Marjun, sum somuleiðis fegnast um, at feløg og stovnar arbeiða fyri at gera teirra bygningar meiri atkomuligar. Hon nevnir mentunarhúsið í Fuglafirði og nýggja bygningin hjá Føroya Sparikassa yvir við Strond í Havn, sum hevur fingið eina viðurkenning frá MBF.
Eisini er fartelefonin eitt sera hent amboð hjá deyvum, sum jú hava møguleika til at senda sms boð, og harvið fáa tey samskift við øll uttan stórvegis trupulleikar.
MBF arbeiðir við at fyrireika eina ráðstevnu, sum skal verða í Norðurlandahúsinum seinni í ár. Har er ætlanin at Bengt Lindquist, sum er spesial-rapportørur í ST skal halda fyrilestur. Tær fyrireikingarnar eru ikki komnar á mál enn, men ætlanin er , at ráðstevnan skal bera brá av bæði føroyskum og útlendskum gestum og tilfari annars.