Mál um kynsligan ágang

Rætturin í skotska býnum Aberdeen skal taka støðu til eitt mál um kynsligan ágang í býráðsumsitingini í býnum. Ein 52 ára gamal maður hevur stevnt býráðnum, tí hann vil vera við, at hann fekk sekkin, eftir at hann hevði avdúkað, at tvey av starvsfólkunum í umsitingini vóru betur enn væl. Hann greiddi sínum stjóra frá tí, sum hann hevði sæð, men tað skuldi hann helst ongantíð havt gjørt. Tí frá tí degi fóru søgur at ganga um, hvussu illa hann sjálvur hevði skikkað sær, og hvussu ágangandi hann hevði verið ímóti fleiri kvinnum í býráðsumsitingini. Endin varð, at Tom McNeil fekk sekkin, men nú hevur hann stevnt kommununi við kravi um endurgjald. Hann ivast ikki í, at tað var tann kvinnan, sum hann avdúkaði saman við einum manni í umsitingini, sum setti allar søgurnar í gongd.