Mál og stig skulu fáast úr møguleikunum

Klokkan 16 í dag verður fyrsti dysturin í 10. umfari í EFFO deildini. ÍF vitjar á Argjum, har heimaliðið ætlar at vinna fyrsta sigurin, síðani tað síðsta heyst varð greitt, at AB í ár skuldi verða partur av bestu deildini.

 

-Støðutalvan sigur, hvussu gongdin hevur verið. Eg kann fegnast um, at hugburðurin hjá spælarunum er góður, og at vit hava hvørja ferð spælt okkum til 5-10 málmøguleikar, men tað er ikki nóg mikið. Í flestu uppgerðunum hevur tað verið tætt, men vit hava ikki verið nóg dugnaligir og hepnir. Eg vóni, at fyrsti triðingurin av kappingini hevur búnað spælararnar, sum ikki hava roynt seg í fremstu røð áður, og at tað fer at síggjast aftur í avrikunum næstu ferðirnar, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB.

 

Jobin Drangastein er leikbannaður eftir útvísingina í Sørvági. Morten Overgaard er skaddur, og Sorin Anghel og Dion Splidt eru tøkir aftur.

-ÍF leggur stóran dent á fótbóltsspælið, og okkum líkar væl at spæla ímóti liðum, sum leggja dent á at spæla og ikki sparka, sigur AB venjarin.

Í Fuglafirði hava teir seinastu ferðirnar saknað miðvallaran Boga Reinert Petersen. Nú er hann tøkur aftur. Nenad Saric hevur verið darvaður av vøddaskaða. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla í dag.

 

-Spælararnir hava víst góðan hugburð, tá ið teir fleiri ferðir hava megnað at vent 0-3 og 0-2 til javnleikir og eitt stig. Um vit skulu hugsa um at vinna fulla úrtøku, so hevði tað verið kærkomið, um tað vóru vit, sum fingu fyrstu málini, heldur ÍF venjarin Albert Ellefsen.

 

Tá ið hesi bæði liðini hittust í Fuglafirði í fyrsta umfari var talan um tætta uppgerð, sum ÍF vann 2-1. Sigursmálið skoraði innskifti Bartal Eliasen, tá ið tað restaðu fimm minuttir. AB hevur 2 stig, og ÍF hevur 13 stig eftir at 9 umfør eru avgreidd.

 

AB-ÍF: Rúni Gaardbo kl. 16.00 í dag.