Tað bleiv til lítið av svøvni eftir sigurin á Lettlandi, siga báðir málskjúttarnir í Riga. Føroysku landsliðsspælararnir eru farnir undir næstu uppgávu, sum er stóra brakið ímóti Portugal.
Til ber at síggja FSF Varpið við at trýsta á pílin á myndini
Á middegi leygardagin lendi flogfarið hjá Atlantic Airways á flogvøllinum í Sørvági, og tað vóru nakrir troyttir landsliðsleikarar, ið komu heim til Føroyar.
Les eisini: Sleppa ikki at síggja Ronaldo venja
Seinnapartin var venjing á skránni, og tá fekk FSF Varpið orðið á málskjúttarnar í sigrinum á Lettlandi, Jóan Símun Edmundsson, Sonna Ragnar Nattestad, umframt landsliðsvanjaran, Lars Olsen.
Les eisini: Jónas fekk selfie við Ronaldo
Tað bleiv ikki til nógvan svøvn eftir sigurin á Lettlandi, søgdu báðir málskjúttarnir í Riga, tá FSF Varpið hitti teir aftaná landsliðsvenjingina á Tórsvølli leygardagin - Mynd: www.fsf.fo