Víkingur hevur togað seg uppá triðja plássið í betrideildini við einum 3-1 heimasigri á EB/Streymi í Sarpugerði í Norðragøtu í kvøld.
Jóannes Hansen tók soleiðis samanum dystin á in.fo fyrr í kvøld: "Í fínum summarveðri vann Víkingur í góðveðrinum í Sarpugerði í kvøld 3-1 ímóti EB/Streymi. Talan var um framskundaðan dyst í sekstanda umfari, sum er ólavsøkuumfarið.
Sigurin ber við sær, at Víkingur eftir fjórða sigurin á rað er á bronsuplássi, nú meistararnir fara at fyrireika seg at fara til Finnlands at spæla í europeisku meistarakappingini.
Øll málini vórðu skorað í seinna hálvleiki, og tað var EB/Streymur, sum legði seg framum, tá ið Petur Zachariasen eftir innlegg frá Hans Paula Samuelsen setti bóltin í málið.
Tá var ein tími farin, og sjey minuttir seinni eydnaðist tað Víkingi at vinna úrtøku úr trýstinum, sum heimaliðið legði á gestirnar, eftir at EB/Streymur hevði lagt seg framum.
Tað var eftir horna, at Gunnar Vatnhamar stútaði bóltin í málið.
Tíggju minuttir undan leikloki var tað Philip Djordjevic, sum var bæði arkitektur og málskjútti eftir skjótt Víkinga álop. So royndi EB/Streymur at spenna álopsbogan, og hann brast, tá ið innskifti Adeshina eftir einmansavrik staðfesti 3-1 sigurin.
Harvið hava Sigfríður Clementsen og Víkingur vunnið fýra dystir og harvið tólv stig á rað."
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen á FM1 av teimum fýra málunum, ið komu í dystinum millum Víking og EB/Streym.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Hanus Jacobsen hjá Víkingi og Hans Paula Samuelsen hjá EB/Streymi.
Fyri Hanus Jacobsen og liðfelagarnar var tað týdningarmikið at enda fyrru hálvu væl, ikki minst sæð í ljósinum av, at teir skulu spæla minst fýra dystir í evropeiskum kappingum nú.
Hans Pauli Samuelsen heldur ikki, at 17 stig er nøktandi fyri EB/Streym aftaná 16 dystir. Har eru framvegis nakrir lutir at arbeiða við, staðfestir Hans Pauli Samuelsen.
Víkingur – EB/Streymur 3-1 (0-0)
0-1: Petur Zachariasen 59.
1-1: Gunnar Vatnhamar 68.
2-1: Philip Djordjevic 81.
3-1: Adeshina Lawal 94.
HB | 15 | 13 | 1 | 1 | 31 | 10 | 40 |
KÍ | 15 | 11 | 2 | 2 | 27 | 10 | 35 |
Víkingur | 16 | 9 | 2 | 5 | 26 | 19 | 29 |
B36 | 15 | 9 | 1 | 5 | 32 | 20 | 28 |
NSÍ | 15 | 8 | 3 | 4 | 32 | 15 | 27 |
Skála | 15 | 5 | 3 | 7 | 14 | 20 | 18 |
EB/Streymur | 16 | 4 | 5 | 7 | 18 | 21 | 17 |
Suðringar | 15 | 3 | 2 | 10 | 12 | 27 | 11 |
AB | 15 | 2 | 2 | 11 | 8 | 32 | 8 |
07 Vestur | 15 | 1 | 1 | 13 | 13 | 39 | 4 |