Mál á netinum

EB/Streymur hevur sum nakað nýtt gjørt tað møguligt hjá fjepparum at síggja nøkur av málunum, sum besta mansliðið hjá felagnum fekk í fjør.
Á slóðini mal.fo, ber til hjá fjepparum at leita seg fram á gyltar løtur í árinum, sum er tað higartil besta hjá felagnum. So um veturin gerst nakað tungur og drúgvur hjá einum EB/Streyma-fan, so er bara at kaga við á alnetinum, har eitt nú perlurnar hjá Hans Paula Samuelsen og Sorin Anghel móti ávíkavist KÍ og NSÍ eru millum málini, sum til ber at hyggja at.