Nýggja landsliðsárið er byrjað við einum sigri á Gibraltar, sum annars vann heili 3-0 á okkum fyri trimum árum síðani. Sama Gibraltar megnaði eisini at spæla málleysan javnleik móti Slovakia fyri kortum.
Sanna styrkin hjá Gibraltar kom tó til sjóndar, tá føroyska liðið kom seg eftir sjokkið, tá heimaliðið legði seg á odda. Nógvu árini í altjóða fótbólti vístu seg at hava gjørt mun, tí føroyska liðið spældi vertirnar umkoll og kundi vunnið við fleiri málum.
Gibraltar er nýggur limur í UEFA og hevur sett sær lutfaldsliga høg mál, men sum teir spældu leygardagin, so koma teir at fáa nakrar ordiligar umgangir í EM 2016 undankappingarbólkinum. Serliga San Marino hevur birt í kjakið um at fáa smáu fótbóltstjóðirnar úr undankappingini, tí liðið heldur fram við at tapa stórt. Vónandi mennist fótbólturin skjótt á Gibraltar, so teir heldur eru við til at prógva, at smátjóðir hoyra heima í altjóða fótbólti.
Fleiri ungir mans á liðnum
Lars Olsen, føroyskur landsliðsvenjari, hevði úttikið Gilla Sørensen og Sonna Ragnar Nattestad, sum báðir hava aldur at fara við U21 landsliðnum, sum í vikuni skal spæla móti Rumenia. Seinast liðini møttust endaði tað 2-2 í minniligum dysti á Svangaskarði, har Poul Ingason skoraði í evstu løtu.
Hetta kann skjótt blíva lítið umhildin avgerð, um hesir ikki fáa spæltíð, sum vit millum annað sóu við Viljormi Davidsen fyri nøkrum árum síðani, tá hann var við A-landsliðnum uttan at fáa spælitíð.
Hesa ferð var tó pláss fyri báðum frá byrjan. Sonni Ragnar spældi ein góðan dyst í miðverjuni, meðan Gilli sprellaði á vonginum. Teitur Matras Gestsson byrjaði eisini í málinum, men annars var landsliðið í vanligum skapi.
Sjokk byrjan
Við seinasta dystinum í huganum, tá vit taptu 3-0, so skuldi lítið ganga gali áðrenn negativu røddirnar aftur vóru at hoyra. Tað gekk eisini bara ein løta, so kom róp í. Hóast okkara spæla væl fram til tá, so sveik uppdekkningin í hornasparksstøðu til Gibraltar.
- Eg missi mannin og so skora teir. Men eg var ongantíð bangin fyri, at tapið frá seinast skuldi endurtaka seg, tí vit spældu væl og vóru betri enn teir, sigur Hallur Hansson, sum seinni í dystinum skoraði.
Heldur ikki landsliðsvenjarin var bangin hesa løtuna, men ásannar at føroyska liðið skal styrkja um verjupartin í samband við deyðbóltar.
Aftursvarið
Føroyska liðið svarar aftur, tá Jóan Símun Edmundsson fær tíð og pláss uttanfyri brotsteigin. Hann meddar til og bólturin strýkur framvið málverjanum og í mál.
Nú bar til. Løtu seinni er Fróði Benjaminsen ágrýtin og vinnur bóltin á miðvøllinum. Christian Lamhauge Holst vendir sær stutt uttanfyri brotsteigin, og velur eins og Jóan Símun, at medda til.
Bólturin tekur í beinini á einum verjuspælara og endar uppi í málhorninum.
- Bólturin fór í beini á einum verjuspælara hjá teimum, so eg fái ikki tikið allan heiðurin fyri málið. Eg kann taka heiðurin fyri at skjóta, sigur Christian heldur skemtiliga úr Gibraltar.
Føroyska liðið náddi eisini at brenna eitt brotsspark, tá Fróði Benjaminsen sendi bóltin upp um úr ellivu metrum. Brotssparkið kom eftir at Jóan Símun Edmunddson bleiv sendur í gólvið inni í brotsteiginum. Bæði Gilli Sørensen og sami Jóan Símun kundu fingið brotsspark fyrr í dystinum.
Trý mál í fýra landsdystum
Í seinna hálvleiki skoraði føroyska liðið tvey mál afturat. Fyrst økti Hallur Hansson til 3-1, áðrenn Christian L. Holst staðfesti sigurin við stútara til 4-1.
- Tað haldi eg faktist var eitt betri mál. Tað er sjálvdan eg skori við høvdinum, staðfestir Christian L. Holst, sum heldur at hann hevur skotið og fá mál á landsliðnum.
- Tað var týdningarmikið fyri meg og Jóan Símun at fáa mál. Eg havi ikki verið eins góður at skjóta mál á landsliðnum í mun til, tá eg havi spælt fyri felagnum hjá mær. Jóan Símun hevur verið gjøgnum eina torføra tíð, so fyri hann er tað óiva eisini gott at fáa mál, sigur Christian L. Holst.
Fyri Hall Hansson var talan um triðja málið í fýra landsdystum. Fyrst skoraði hann minniliga málið í 1-1 javnleikinum móti Kasakstan, tá hann uttanfyri brotsteigin sendi bóltin upp í málhornið. Síðani fekk hann einki mál móti Eysturríki, men í venjingardystinum móti Malta í novembur mánaði bragdaði aftur, tá Føroyar taptu 3-2.
Til lukku, men so heldur ikki meir enn tað
Føroyska landsliðið kunnu verða glaðir fyri at hava vaskað 3-0 tapið seinsta vekk. Eisini fingu vit staðfest, at vit kunnu skjóta nógv mál í einum dysti, og helst tað var deilig hjá fleiri av okkara at sleppa at hava bóltin nógv í einum landsdysti. Seinast við vunnu ein landsdyst við trimum málum var móti San Marino í 1995 á Svangaskarði.
Hesin sigurin skal ikki verða mátistokkurin fyri hvussu væl landsliðið er fyri. Gibraltar verri enn San Marino var í 95, og tí skal sigurin ikki brúkast sum ein sovipúta fyri restina av landsliðsárinum, men tað var nú deiligt at vinna ein dyst aftur.
trondur@sosialurin.fo
Gibraltar-Føroyar 1-4 (1-2)
1-0: Roy Chipolina
1-1: Jóan Símun Edmundsson
1-2: Christian Lamhauge Holst
1-3: Hallur Hansson
1-4: Christian Lamhauge Holst
Føroyar: (4-4-1-1)
Teitur Matras Gestsson (Tórður Thomsen, 46.) - Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (Gunnar Haraldsen, 85.) - Gilli Sørensen (Kaj Leo í Bartalsstovu 81.min), Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson (Karl Løkin, 76.), Pól Jóhannus Justinussen (Heini Vatnsdal, 46.) - Christian Lamhauge Holst, Jóan Símun Edmundsson(Klæmint A. Olsen 81.min)










