Mál-Kurt ger um seg

Noreg: Kurt Mørkøre skoraði fýra ferðir, tá Sogndal vann stórsigur sunnudagin. Kurt er nú greiður toppskjútti í norsku 1. deild

Kurt Mørkøre gjørdi rættiliga um seg, tá Sogndal sunnudagin spældi landskappingardyst ímóti Eik Tønsberg.

Longu tá 25 minuttir vóru spældir av dystinum hevði Kurt gjørt hattrick og harvið lagt sítt felag fram um 3-0. Dysturin var javnur hetta tíðarskeiðið, men munurin millum liðini var, at Kurt tók hvønn einasta kjans, hann fekk.

Eik Tønsberg javnaði fyri hálvleikssteðgin, men beint eftir steðgin syrgdi Kurt fyri, at Sogndal kom fram um 4-1, og eftir hetta málið var stórur munur millum liðini. Sogndal skoraði tríggjar ferðir afturat, og eina av málunum legði Hans Fróði Hansen upp til. Hann fekk eisini eitt gul kort seint í dystinum.

Triðji føroyingurin í Sogndal, Julian Johnsson, spældi allan dystin á miðvøllinum.


Besta keypið

Kurt Mørkøre er nú greiður toppskjútti í 1. deild í Noregi. Hann hevur gjørt 15 mál í 17 dystunum, og tað eru trý mál fleiri enn teir næstbestu, sum millum annað er fyrrverandi landsliðsspælarin Jostein Flo.

Síðani Kurt kom til Sogndal at spæla, hevur tað gingið sera væl hjá honum at gera mál. Hann hevur samanlagt skotið 31 mál í 38 dystum fyri Sogndal, og tað eru tøl, sum ein og hvør áleypari kann verða stoltur av.

? Eg havi góðar spælarar rundan um meg, og so er tað lætt hjá mær at standa inni í brotsteiginum og fáa bóltin spældan fyri føturnar, sigur Kurt Mørkøre.

Í Sogndal rópa tey hann millum annað Kong Kurt og Kurt Måløre, og viðhaldsfólkini hjá Sogndal eru sera fegin um sín føroyska málskjútta. Tað er leiðslan í Sogndal eisini, og tað verður mett, at Kurt er tað besta keypið hjá Sogndal nakrantíð.

? Tað er stórur munur á at spæla í Føroyum og 1. deild í Noregi, tí her eru spælararnir nógv betri fyri kropsliga, og ferðin á spælinum er høg allan dystin, sigur Kurt Mørkøre.

Men hóast munin millum føroyskan og norskan fótbólt, hevur álopsspælarin fótað sær væl í Noregi, og tá hann nú kemur heim til landsdystin ímóti Danmark um 8 dagar, hevur hann nógv mál í gaggunum.


Nær uppflyting

Sogndal, sum framvegis liggur nummar 3 í 1. deild, hevur skotið flest mál av 1. deildarfeløgunum, og tað er ikki minst takka veri avrikinum hjá Kurt.

Møguleikarnir fyri at røkka uppflytingini eru til staðar, men tað er munur millum at vera nummar 2 og 3 í 1. deild. Tvey tey fremstu liðini flyta beinleiðis upp í Tippuliguna, meðan nummar 3 fær ein kjans í uppflytingardysti ímóti triðaftasta liðnum í bestu deildini.

Sogndal er í løtuni fimm stig frammanfyri nummar 4 og hevur ein dyst til góðar, so møguleikarnir fyri at í minsta lagi at halda fast um triðja plássið eru góðir. Frammanfyri Songdal eru Lyn, sum er langt fremst við 46 stigum, og Strømgodset, sum hevur 34 stig. Sogndal hevur 32 stig.

Komandi sunnudag skal Sogndal spæla ímoti Tromsdalen, sum liggur nummar 6.cute;narnir bóltandi út ímóti áskoðarunum, ið sita í skvatlandi gummibátunum í bølamyrkri.

Teir tríggir tónleikararnir leggja út við etniskum jazzi, og flyta seg so yvir í føroysku klassikararnar og spæla millum annað lagið "Í búri", ið hóskar óvanliga væl til høvið.

Áhoyrararnir sita í djúpari tøgn í bátunum, meðan tónleikararnir spæla upp ímóti ekkóinum frá teirra egnum tónum. Aukustikkurin í hellinum er soleiðis vorðin, at ein tóni "hongur" í luftini í eini tíggju ella fimtan sekund. Tí er tað ikki lítið krevjandi hjá tónleikarunum, ið allatíðina mugu fylgja við ekkóinum, ið er ymsikt, alt eftir hvønn veg trombone og hátalarar venda.

Konsertin er sálarsmyrsl av størstu dygd.

Hóast staddur inni í einum á nógvar mátar ræðandi helli í bølamyrkri, so kundi tú ynskt tær at verið verandi her allan dagin, bara so leingi, sum tónleikurin fyltið rúmið. Fyri hvørt lag, ið liðugt er, kemur ivin á teg, men so lætnar aftur, tá næsta lag kemur ekkóandi út úr veggunum.

Men einaferð er liðugt, eftir ein góðan hálvan tíma, og fólk klappa. Konsertin er liðug, og gongd verður sett á motorarnar aftur.

Teir halda ein djúpan basstóna, og meðan áhoyrararnir verða sigldir út, og tónleikaútgerðin verður pakkað saman, spælir trombonin eitt lag í sama duri, sum motorarnir liggja í.


Uppliving til sølu

Komin aftur á Norðlýsið verður siglt ein túr undir fuglabjørgini, og so gongur leiðin til Havnar.

Men hvat - fleiri av ferðafólkunum koma aftur til skiparan og greiða frá, at bilar teirra standa á Gomlurætt.

Tað var annars nettup tað, ið var ætlanin við bussinum fyrr um dagin - at fólk ikki skuldu koma í klemmu av bilum.

Men ferðafólkini eru heppin. Áðrenn tey hava nátt at klaga um vánaliga upplýsing ella hvat tey kunnu finna uppá, hevur Birgir Enni longu tikið bjargingarvestarnar fram aftur, og er farin at toga størra gummibátin fram.

Stutt eftir eru átta fólk og ein skipari á veg inn á Gomlurætt at heinta bilarnar.

Eftir umborð standa tey, ið lítlan tima seinni stevan inn á Havnina við vælhildna bláa skipinum, ið hevur siglt sín seinasta túr hendan dagin.

Í morgin eru aftur tveir túrar á skránni, og tónleikararnir fáa boð um at møta klokkan tíggju.

Jú, Føroyar hava meira enn ein gamlan umskeldaðan múr og annað eygnakrás at bjóða fólki.

Her verða óspiltar upplivingar seldar. At føroyskt tilrættaleggingarhegni eisini er partur av upplivingini, ger hana ikki minni óspilta.