Má krevja at oljuhavnin skal verða í Suðuroynni

? Antin fær Suðuroy nýggjar vinnur nú, ella fer tað at kosta landskassanum tíggjutals milliónir tey komandu árini í økismenning, sigur Páll Vang. Oljuvinnan liggur best fyri í Suðuroynni, sigur Jógvan Krosslá

?Landsstýrið eigur at gera av, hvar í Føroyum ein komandi oljuhavn í skal vera.

Tað halda teir báðir býráðsformenninir í Vági, Páll Vang á Tvøroyri og Jógvan Krosslá í Vági.

Tað hevur leingi verið eitt ávíst kjak um, hvar í Føroyum eitt møguligt oljuvirksemi skal leggjast.

Summi hava hildið, at tað er eitt mál, sum oljuvinnan sjálv skal finna útav, og at tað er at leggja olju- og útgerðarfeløgum forðingar í vegin at áleggja teimum at leggja sítt virksemi á ávísum plássum. Onnur halda, at tað er sjálvsagt, at politiskar treytir verða settar feløgunum um, hvar í Føroyum, tey skulu vera. Eitt nú verður hugsað um oljuvinnuna í sambandi við økismenning.

Ikki minst er Suðuroyggin nevnd í hesum sambandi.


Skal vera í Suðuroy

Nú oljulógin skal fyri landsstýrið mánadagin, hava vit spurt formenninir í teimum báðum størstu kommununum í Suðuroynni, um teir halda, at tað skal standa til vinnuna sjálva at gera av, hvar tey leggja sítt virksemi, ella um tað skal avgerast politiskt.

Og teir báðir býráðsformenninir eru á einum máli um, at hvar ein komandi olju- og útgerðarhavn skal verða, eigur at verða ein politisk avgerð.

Mest avgjørdu støðuna, hevur býráðsformaðurin á Tvøroyri, Páll Vang.

? Landsstýrið má seta í treytirnar hjá feløgunum, at tey skulu leggja sítt virksemi í Suðuroynni, sigur hann.

Hann heldur ikki, at hetta er at leggja seg út í tað vinnuliga frælsið hjá feløgunum.

? Hetta er ikki at leggja seg út í, hvørji útgerðarfeløg skulu hava sáttmála við oljufeløgini.

? Men tey, sum fáa sáttmálarnar, skulu arbeiða útfrá Suðuroynni.

Páll Vang sigur, at tað er onki merkiligt um landið hevur eina landsætlan, eins og flest allar kommunur hava býarætlan og bygdarætlan.

Páll Vang sigur, at sum gongdin er í Suðuroynni nú, er ongin ivi um, at tað er ógvuliga umráðandi at fáa eitt alternativ til fiskivinnuna, tí fiskiloyvini eru á veg av oynni, tí í Suðuroynni er ongin kapitalur.

?Samstundis liggur Suðuroyggin soleiðis fyri, og ferðasambandið er so vánaligt, at tað er vónleyst at skapa aðrar vinnur í Suðuroynni, sum kunnu veita vinnum í miðstaðarøkinum tænastur. Sostatt er støðan í Suðuroynni í løtuni tann, at tað hvørvur bæði kapitalur, vitan og áræði av oynni. Og tí er tað neyðugt at landsstýrið tekur stig til at føra vitan og kapital aftur í oynna, skal hon ikki avtoftast.

Páll Vang vísir á, at landsstýrið hevur fyrr havt eina landsætlan.

Tað var m.a. tá ið tríggjar milliónir vórðu settar av til at menna vinnuliga virksemið í Sandoynni.

? Hvussu tað hevur virkað, gongur sjón fyri søgn í dag.

? Men at seta olju- og útgerðarfeløgunum treytir um, hvar tey skulu leggja sítt virksemi, er ein landsætlan, sum ikki kostar nakað sum helst.

? Verður hinvegin onki gjørt, er ongin ivi um, at landið um heilt fá ár verður noytt til at seta eina nýggja landsætlan í verk fyri Suðuroynna, sum fer at kosta tíggjutals milliónir, tí eg kann ikki hugsa mær, at ætlanin er, at hon skal avtoftast.

Páll Vang vísir eisini á, at nógvar kommunur arbeiða við ætlanum um oljuvinnu. ? Men ger landsstýrið longu nú av, hvar oljuvirksemið skal verða, fer tað at forða fyri, at fleiri kommunur koma sær í óføri av at gera íløgur í eina oljuvinnu, sum tær ikki fáa.


Suðuroyggin nærmast

Eisini býráðsformaðurin í Vági heldur, at landsstýrið eigur at áseta, hvar oljuvirksemið skal vera.

?Landsstýrið eigur at hyggja eftir, hvat pláss í landinum er best egnað, tvs, nærmast oljuleiðunum.

? Men tað eigur eisini at verða hugt eftir, hvar vinnuligtvirksemið er mest tiltrongt.

Sjálvur ivast hann ikki í, at Suðuroyggin uppfyllir allar treytir fyri at fáa oljvunnuna.

? Suðuroyggin er nærmast oljuleiðunum og fáa staðni er so hart tiltrongt við vinnuligum virksemi, sum júst í Suðuroynni.