Móðir jørð

Yrking

Nú summarsólin fer í kav
Og litar reytt tað djúpa hav
Hon niður við djúpini fer
Og bert myrkri eftir er

Øll nú til songar fara
Ein nýggjur dagur man læra
Okkum at virðismeta
Og høgt jørðina at seta

Vit um dálking mangan hoyra
Men venda tað deyva oyra
Djór og plantur í hopatal doyggja
Men vit vilja okkum ikki boyggja

Munnu líkasæl vit verða
Tá onkur boðini man bera
At vit okkum sjálvum enda gera á
Tá klókur ei nyttar vera aftaná

Lívið er ein givin gáva
Hóast mangan vit snáva
Harrin okkum upp reisir
Og við trúgv okkum loysir