Má ikki enda hjá Liljuni

Lógin um alment innlit eigur at verða skerd, heldur Johan Dahl. - Sum landsstýrismaður hevur tú ongan verðsins kjans at viðgera eitt mál skilagott, tí tú ert bangin fyri, at tað, sum tú sigur ella ger, skal enda á borðinum hjá Liljan Weihe, sigur hann

Lógin um alment innlit tyngir arbeiðsdagin hjá Johan Dahl so mikið nógv, at hon má skerjast. Tað gjørdi hann greitt í Útvarpssendingini Radarin í mikudagin.
- Tað er als ikki í lagi, at ein landsstýrismaður ikki kann samskifta við næsta mann sín um intern mál, uttan at tað skal verða fevnt av lógini um alment innlit. Tað ger, at landsstýrismaðurin hevur ongan verðsins kjans at viðgera eitt mál upp á ein skilagóðan máta, tí tú ert bangin fyri, at tað, sum tú sigur ella ger, skal enda á borðinum hjá Liljan Weihe ella onkrum øðrum, har sum tað ikki eigur at vera, fyrr enn málið er liðugt viðgjørt, segði Johan Dahl millum annað við Kringvarp Føroya.
Hann heldur, at lógin um alment innlit er ov rúm, og at embætisfólk brúka ov nógva tíð upp á at svara innlitisumbønum. Hetta er fallið felagnum Føroysk Miðlafólk fyri brósti. Tey hava tí sent út alment skriv, har tey átala útsagnum landsstýrismansins. Meiri um hetta aðrastaðni á hesi síðu.